Sambandsflokkurin: Vit møtast á miðjuni

Sambandsflokkurin lovar bílig lán til tey ungu, sum skulu keypa bústað, hækkar hámarkið fyri útgjald úr barsilsgrunninum úr 30.000 upp í 60.000 krónur og vil herða útlendingalógina

– Sambandsfokkurin arbeiðir fyri at skapa einar Føroyar, sum eru búskaparliga sterkar, sosialt tryggjar, mentanarliga ríkar og opnar fyri samstarvi umheimin.

Soleiðis lýsti Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins boðskapin, tá hann í morgun legði fram valskránna hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið.

Boðskapurin var sum altíð samanhald fram um sundurskiljing, og hann segði, at flokkurin er semjusøkjandi og arbeiðir fyri breiðum langtíðarloysnum.

Sambandsflokkurin vil hava búskapin aftur á beint. Tað skal gerast við at avtaka mótrokningina hjá pensjónistum. Flokkurin vil brúka danskar tvískattaavtalur til at víðka vinnumøguleikar, og so vil hann eisini leggja saman føroysku sendistovurnar.

Sambandsflokkurin ætlar at stovna ein bústaðargrunn við 200 milliónum, har nýggir keyparar kunnu læna upp til 5 prosent og í mesta lagi 200.000 kr til eginfígging av bústaði.

Flokkurin vil eisini loyva, at 50% av pensjónsinngjaldinum kann gjaldast sum løn upp til 10 ár.

 

##med2##

Onnur lyfti eru, at barnafrádrátturin hækkar við 2.000 kr fyri hvørt barnið, at hámarkið fyri útgjaldið úr barsilsskipanin hækkar úr 30.000 upp í 60.000 krónur.

Flokkurin mælir eisini til ein strammari útlendingapolitikk. Tað ger hann eitt nú við einans at loyva familjusamanføring eftir 3 ára búseting í Føroyum.

Flokkurin vil krevja revsiváttan frá teimum, sum arbeiða og flyta til Føroya.

Krav um próvtøkur í føroyskum máli og menta.

 

##med3##

Flokkurin vil eisini herða revsilógia og eftirlitið við landasmørkini fyri at fyribyrgja rúsevnum og kriminaliteti.

Og so vil flokkurin seta ein skjóttarbeiðandi bólk at kanna, hvussu vit fyribyrgja øktum kriminaliteti í Føroyum og seta ítøkilig átøk í verk, ein sokallaðan bandapakka.