Sambandsflokkurin hevði ongar loysnir

Í andstøðu legði sambandsflokkurin ongan alternativan politikk fram. Flokkurin kravdi bara nýval og segði seg at hava loysnirnar. Men í samgongu hevði hann heldur ongar loysnir. Nýval til løgtingið var aftur nú einasta loysnin hjá sambandsflokkinum

Í seinasta valskeiði, tá javnaðarflokkurin hevði politisku leiðslu landsins, sat sambandsflokkurin í andstøðu. Ein part av tíðini var hann størsti andstøðuflokkurin, og floksformaðurin, Edmund Joensen var tí mettur sum andstøðuleiðari á tingi.

Hvørja ferð formaður sambandsfloksins trein løgtingsins røðarapall, endaði hann røður sínar við somu orðum, nevniliga hesum: »Vit mæla til nýval ? vit hava loysnirnar«. Men sambandsflokkurin hevði als ongar loysnir. Tann fyrsta samgongan hjá Edmund Joensen, sum taldi 18 tinglimir, fór aftur í ommu sína áðrenn hon kom fyri altarið. Tann næsta, ið eisini taldi 18 tinglimir, er so syndrað, at bert átta av teimum 18 eru eftir.

Síðani vit fingu heimastýrislógina í 1948, eru landsstýrini hjá Edmund Joensen helst tey einastu, sum heilt fullkomuliga eru sloppin undan at leggja inntøkulógir fram á ting. Tað eru tvær orsøkir til hetta. Onnur er, at tær báðar samgongurnar, ið sótu frammanundan, og sum javnaðarflokkurin hevði leiðsluna av, førdu ein tílíkan fíggjarpolitikk, at sambandsstýrið ikki bert slapp undan at fremja inntøkulógir, men eisini kundi loyva sær at slaka og gjara út bæði til høgru og vinstru. Undir slíkum umstøðum er lætt at stýra.

Hin orsøkin er fiskastovnarnir við Føroyar. Meðan vit frá 1991 til og við 1994 høvdu tey vánaligastu fiskiárini í mannaminnir, so vendi hendan gongdin í 1995. Síðani tá hava vit upplivað tey bestu fiskiárini, sum nakar veit um at siga. Samstundis hava fiskaprísirnir verið met høgir. Men hóast allar hesar fyrimunir megnaði sambandsflokkurin ikki at reka nakran skilagóðan politikk. Hann hevði als ongar loysnir. Og nú at enda var so nýval einasta loysnin. Tað hevði gagnað føroyska samfelagnum, um Edmund Joensen hevði funnið hesa loysnina eini tvey ella trý ár fyrr.

Men orsøkin til nývalið er bæði láturlig og skammilig. Tað er helst eindømi í øllum heiminum, at ein stjórnarleiðari útskrivar ný-val og sendir tingið heim, við teirri grundgeving, at ein ósemja er í einum politiskum lokalfelag hjá stjórnarleiðaranum sjálvum. Avleiðingarnar, sum hendan avgerð løgmans fær fyri alt samfelagið, eru heilt ótrú-ligar. Samráðingarnar við donsku stjórnina um bankamálið hava fingið eitt álvarsamt skot fyri bógvin. Meira enn 100 løgtingsmál duttu á gólvið o.s.fr.

Tá løgmaður á landsfundi hjá sambandsflokkinum næstseinasta leygardag varð afturvaldur til formann í sambandsflokkinum, heldur hann, at nú er alt í lagi aftur. Løgtingið kann bara fara aftur til arbeiðis, og hann heldur seg nú vera so mikið styrktan, at hann kann átaka sær at leiða samráðingarnar við donsku stjórnina um bankamálið. Við øðrum orðum vil hetta siga, at Edmund Joensen nýtir Føroya Løgting og tær týdningarmiklu samráðingarnar við donsku stjórnina um bankamálið, til kastubløku í eini innanhýsis uppgerð í sambandsflokkinum.

Tað, sum ger støðuna við sambandsflokkinum heilt vónleysa er, at ein meiriluti í flokkinum gav Edmundi Joensen álitisváttan at halda fram við sama sjónleiki sum higartil. Um ein meiriluti í sambandsflokkinum vendi honum bakið, kundu vit sagt, at hatta var bara ein politisk halastjørna, ið kom, sum hótti okkum eina tíð, men síðani hvarv út aftur í rúmdina. Tá hevði trupulleikin verið avmarkaður til persónin Edmund Joensen.

Tað mest harmuliga og syndarliga av øllum er, at meirilutin í landsins størsta politiska flokki heldur, at tann sjónleikur og tað ráða- og atgerðarloysi, sum hevur valdað í skjótt fýra ár, er í fínasta lagi og kann halda fram. Nú er trupulleikin ikki Edmund Joensen. Men nú er tað sjálvur sambandsflokkurin, sum verður ein stórur trupulleiki fyri føroyskan politikk í framtíðini.

Nógv ár fram í tíðina fara hesi fýra árini hjá Edmundi Joensen og sambandsflokkinum at standa sum eitt ræðandi dømi um, hvussu vit ikki eiga at reka politikk í Føroyum. Ikki minst fara hesi árini at standa sum eitt ræðandi dømi um, hvussu vit ikki eiga at umsita stjórnarvaldið í landinum. hetta verður helst tað einasta góða, vit fáa burtur úr teimum fýra árunum hjá sambandsflokkinum.

Hetta vóru góð ráð. Men tey vóru kostnaðarmikil fyri samfelagið.


   Tann 30. mars 1998

   Vilhelm Johannesen