Sambond skulu skapast og pleygast

Framsýnarar og gestir á Fish Fair fáa góðar møguleikar at hittast uttanfyri stóru framsýningarhølini. Havnar Klubbi og Rex verða møtistað hjá sølustevnuni, og á Hotel Føroyum verður gallaveitsla mikukvøldið


Ein altjóða sølustevna er ikki bara framsýningar, básar og keypsavtalur. Ein stevna sum North Atlantic Fish Fair er eisini ein møguleiki hjá fólki í somu vinnu at hittast og hittast aftur.
? Ein partur av endamálinum við Fish Fair er, at fólk fáa møguleikan at hittast. Tað snýr seg nógv um at skapa og pleyga kontaktir, sigur Dánjal Petur Hansen, sum er ein av fyriskiparunum.
Tí hevur Fish Fair syrgt fyri, at tey luttakandi eisini fáa møguleikan at hittast aftan á sjálva framsýning-ina undir øðrvísi umstøðum.
Havnar Klubbi og Rex eru møtistað hjá Fish Fair, og har kunnu fólkini, sum hava hug til tað, fara sær ein túr og taka sær av løttum.
? Tað er umráðandi, at fólk eisini hava møguleikan at hittast uttanfyri framsýn-ingarhølini í meira avslapp-aðu umhvørvi, har tey kunnu tosa í friði og náðum, sigur Dánjal Petur Hansen.
Galla á Hotel Føroyum
North Atlantic Fish Fair verður í døgunum frá 3. til 5. mai, og hesar dagarnar verða eisini móttøkur og gallaveitsla.
Týskvøldið verða onkrar stórar móttøkur ? millum annað hjá Skipafelagnum og Tórshavnar kommunu ? og mikukvøldið verður tann stóra gallaveitslan.
Veitslan verður á Hotel Føroyum, og har verður bæði góður matur og undirhald at fáa. Matskráin er við trimum rættum, og undirhaldið er seks-stjørna.
Showmenn fara at spæla til dans, og teir eru framúr sum bólkur til eina slíka veitslu. Kim Hansen og hansara menn hava nógvar rættir á sínari skrá, og teir kunnu spæla alt frá sínum egnu sangum til Elton John, rock n´ roll, nýggjan popp og ja, you name it.
So hóast Fish Fair framsýningin letur aftur seint seinnapartin týsdagin og mikudagin, so er góður møguleiki hjá framsýnarum og vitjandi at knýta sambond, práta og gera avtalur undir meira avslappaðum umstøðum í Havnar Klubba og á Rex.