Viðhaldsfólkini hjá teimum báðum fótbóltsfeløgunum í polska býnum Krakow, Wizla Kraków og Cracovia, eru tiltikin harðrend, og tað hendir meiri enn so, at ófriður undir og aftan á dystir ímillum feløgini kostar mannalív. Men í sambandi við deyða pávans vóru viðhaldsfólkini samd um at minnast hann í felag. Sjálvur helt pávin við Cracowia á yngri árum
Mynd: Reuters