Samd um at skerja CO2-útlátið

Fyri fyrstu ferð hevur USA skrivað undir eina bindandi avtalu um at skerja CO2-útlátið

Prísurin á olju og prísurin á matvørum standa ovast á dagsskránni hjá leiðarunum í heimsins størstu ídnaðarlondum, sum halda fund í Japan í hesum døgum. Japansku vertirnir løgdu seg tó eftir at fáa eina bindandi avtalu um at skerja CO2-útlátið, og fyri fyrstu ferð eydnaðist tað at fáa USA at skriva undir eina bindandi avtalu av hesum slagnum.

Tað er ikki heilt greitt, um USA hevur lagt treytir við fyri at góðtaka avtaluna, men George W. Bush, forseti, hevur fyrr sagt, at USA fer ikki at binda seg til at skerja CO2-útlátið, uttan at Kina og India gera tað sama.

Fyri at vísa ein góðan vilja ímóti náttúruni og umhvørvinum plantaðu teir átta ríkis- og stjórnarleiðararnir hvør sítt træ á japonsku oynni Hokkaido.