Undirritaði skal hervið takka Justinus Eidesgaard fyri hansara sera áhugaverdu viðmerking til grein mína tann 13. apríl. Eg havi mangan hugsað um tíðina, tá ið tú vart virkin á blaðnum: Tú gekst fult og heilt inn fyri sakini, og tí skilji eg væl, at tú ikki letur eitt slíkt lesarabræv fara aftur við borðinum uttan viðmerking. Í grein tíni skrivar tú, at dialogur fremur forstáilsi. Í millum Javnaðarfólk og á fleiri landsfundum flokksins er ?flokksbarnið? til umrøðu, og hetta eigur blaðið eisin at tola.
Fyri mítt sjónarmið er tað uttan týdning, hvussu Sosialurin var í 60'unum, 70?unum og 80?unum. Og fyri mítt sjónarmið er tað eisini púra uttan týdning, um Sosialurin í dag er eitt gott tíðindablað (tað haldi eg, at Sosialurin er! Blaðstjórin Jan Müller meir enn nakar annar hevur lagt doyin á at gera eitt gott blað, og eg kann ikki siga annað enn, at eg havi havt gott samstarv við blaðstjóran og øll hini á blaðnum).
Undirritaði er samdir í tíni meting, at tess fleiri tjóðveldis-, fólkafloks- og sambandsrøddir eru at síggja í Sosialinum, tess sterkari gerst javnaðarrøddin í sama blað. Men eg veit ikki, um vit eru samdir í mínum høvuðssjónarmiði, men tað er hetta: Tað er hvørki fuglur ella fiskur, tá ið Javnaðarflokkurin setur pening í og gevur út eitt óheft tíðindablað á handilsligum grundarlag!
Trupulleikin er, at vit fíggja bert røddina hjá hinum og ikki okkara egnu, tí ?ov lítið? av okkara politikki verður marknaðarførdur. Og hinvegin: Krevur man tað, fær so blaðið ikki trúvirðistrupulleikar? Er tað sambæriligt við eitt óheft tíðindablað á handilsligum grundarlag, at ein politiskur flokkur hevur frammihjárætt at verða serliga endurgivin ella at hava eitt serblað innií?
Tí meini eg, at Sosialurin í dag er ein bastardur!
Tað var sera áhugavert, at greinin tín byrjaði við, at tú vanliga ikki legði teg út í flokkspolitiskt tjak. Hetta er bert ein staðfesting av mínum egna útgangsstøði: Hetta er eitt flokspolitiskt mál, sum einki hevur við blaðleiðsluna at gera.
Eg vil her nýta høvi til at takka Jóanes N. Dalsgaard fyri hansara grein, í sama blað, hon talaði fyri seg.
Heilsan
Birgir Waag Høgnesen