Samfelagsstevna í høllini á Hálsi

Um vikuskiftið er árliga samfelagsstevnan í høllini á Hálsi, sum samkoman Ebenezer í Havn skipar fyri.

Møtini eru skipað við fjølbroyttari skrá. Talararnir koma ymsa staðni frá í landinum, og sangkórini í Ebenezer, Betesda í Klaksvík og úr Suðuroy syngja. Nógvur felagssangur er eisini á skránni.

Fríggjakvøldið kl. 20 er fyrsta møtið í høllini, og kl. 22.30 er opið hús, har tey ungu skipa fyri. Leygardagin seinnapartin er møti kl. 15, har Niels Pauli Nónstein og Poul Færø tala. Leygarkvøldið er møti kl. 20 og opið hús er kl. 22.30, har Kristjan á Lakjuni talar. Sunnudagin kl. 10 er morgunmøti í Ebenezer, og sunnudagsskúli er í Ebenezer kl. 12. Kl. 16 er møti aftur í høllini á Hálsi, har Jógvan Zachariassen og Róland í Skorini tala.

Seinasta møti á samfelagsstevnuni er sunnukvøldið kl. 19. Hetta møtið verður sent beinleiðis í Kringsvarpinum. Møtini fríggjakvøldið og leygardagin, og sunnudagin seinnapartin verða send beinleiðis í Lindini. Møtini leygarkvøldið og sunnudagin seinnapart verða teknmálstulkað.