Samfelagsstevnan 2007 byrjaði við bønarmøti í Ebenezer mikukvøldið 14. november.
Hósdagin vóru møtini í Ebenezer, og fríggjakvøldið var flutt niðan í Ítróttarhøllina á Hálsi.
Heitið á Samfelagsstevnuni 2007 var »Náðiverk Guds í okkum og út frá okkum«
Á skránni vóru bønarmøtir, uppbyggingarmøtir, evangelisk møtir og ungdómsmøtir. Stevnan var merkt av nógvum sangi frá ymiskum kórum og sangbólkum.
Seinasta møtið á Samfelagsstevnuni 2007 var sunnukvøldið 18. november kl. 19. Sum tað hevur verið siður seinastu nógvu árini, varð møtið útvarpað gjøgnum Kringvarpið.
Høllin á Hálsi var fullsett hetta kvøldið. Jákup N. Olsen endaði stevnuna, og sum siður hevur verið varð endað við at syngja »Gud við tykkum inntil næstu ferð«.
mg