Samferðslan í Suðuroy á breddan

Leygardagin verður evnisdagur á Hotel Øravík, har samferðslan í Suðuroynni verður setta á braddan. 85 % av Føroya fólki kunnu brátt koyra hvør í túnið hjá øðrum, men Suðuroyggin er ikki við í hesi menning, hóast stórar íløgur eru gjørdar at bøta um samferðsluna við Suðuroynna

Suðuroyar Skeiðsdepil skipar leygardagin fyri evnisdegi í Øravík, har samferðslan er á skránni. Sagt verður m.a. í tíðindaskrivi, at Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, sum verður liðugur seint í 2006, føra við sær, at umleið 85 % av Føroya fólki tá kunnu koyra í túnið hjá hvørjum øðrum.
                      Stórar íløgur eru gjørdar í at bøta um samferðsluna við Suðuroynna, og kemur nýtt Suðuroyarskip ístaðin fyri "gamla" Smyril í heyst. Spurningurin er tó í hvønn mun eitt nýtt skip eina bøtir um korini hjá suðuroyingum og vinnuni í Suðuroynni. Tí greitt er, at bæði fólkið og vinna í Suðuroynni hava tørv á øðrum broytingum, umframt at skipið er nýtt, siga fyrireikararnir millum annað.
                      Á evnisdegnum verður m.a. umrøddir spurningar viðvíkjandi títtleika, broytingum í ferðaætlan, flutningskostnaður, og umskipan av umsitingini av Suðuroyarleiðini.
Byrjað verður kl. 14.00
 Kl. 14.10                      Mobilitetur og menning (Bjarni Mortensen, Granskingardepilin fyri Økismenning)
Kl. 14.45 Nýggi Smyril ? Nýhugsan á Suðuroyarleiðini (Jacob Vestergaard, Samferðslubólkurin í Suðuroy)
Kl. 15.15 Kjak
Kl. 15.45 Steðgur
Kl. 16.00 Framtíðarætlanir hjá SSL við serligum atliti til Suðuroyarleiðina v/Kristian Davidsen, stjóra á Strandfaraskip Landsins
Kl. 16.20 Kjak
Kl. 17.00 Evnisdagurin endar
 
Evnisdagurin er almennur og luttøka er ókeypis. Nærri fæst at vita við at hyggja á heimasíðuna www.suduroy.net