Landsverk almannakunngjørdi í dag seinna part av samferðsluætlanini fyri 2018 til 2030, og í tí sambandi hevur Landsverk eisini latið gjørt eina serliga undirsíðu til samferðsluætlanina.
Á undirsíðini er samferðsluætlanin at finna í skipaðum og lættlesilgum skapi, men eisini er hent tíðarætlan fyri fleiri verkætlanir hjá Landsverki, teirra millum tær flestu av teimum stóru.
Tilmælir, vegleiðingar og kostnaðarmetingar í samferðsluætlanini eru ikki lógarbindandi, men er eru vegleiðandi fyri politiska myndugleikan og onnur, ið annars hava áhuga í samferðslukervinum.
Síðan virkar eisini sum ein samlandi síða fyri báðar partarnar av samferðsluætlanini, so hon kann lesast sum ein samanhangandi ætlan heldur enn í tveimum, ið gjørt hevur verið áður.