Samgonga nærkast

Sambært Jenis av Rana, formanni Miðfloksins, ganga samráðingarnar av besta slag, og ein samgonga kann ógvuliga sannlíkt gerast veruleiki innan stutta tíð

POLITIKKUR
?Skulu vit meta eftir leygardegnum, so gongur ikki lang tíð, áðrenn ein samgonga er komin undir land, sigur Jenis av Rana, formaður fyri Miðflokkin.
Jenis og Miðflokkurin er komin til samráðingarborðið, eftir at einki úrslit spurdist burturúr royndunum at skipa hina sokallaðu breiðu samgonguni við bæði Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum inni í myndini.
Ístaðin hevur Anfinn Kallsberg valt at kalla inn Miðflokkinum til samráðingar við Fólkaflokkinum, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Talan kann sostatt gerast um eina samgongu við seytjan tingmonnum, sum eigur meirilutan á tingi.
Sjálvur var Jenis av Rana ógvuliga fegin um møguleikan at vera í samgongusamráðingum, og tað kemur als ikki óvart á hann. Tá vit fingu fatur á honum árla mánamorgunin, hevði hann ógvuliga góðar vónir til samráðingarnar, sum hann helt gingu væl, og ein loysn var í eygsjón, hóast tað var ivasamt, um hetta fór at henda, áðrenn tingið kemur saman at velja nevndir(týsdagin, blðm.)
?Eg havi bara bíðað til møguleikin kom; tá løgmaður gjørdist liðugur við at royna tað ómøguliga, sigur Jenis av Rana.
Hjartamálið hjá Miðflokkinum er trivnaðarmál, og tað er eisini hetta málsøki, ið flokkurin kundi hugsað sær í einum samgongusamstarvi.
?Tað er okkara ynski at fáa familju- og trivnaðarmál saman við kanska almennamálum, sigur Jenis av Rana, sum undirstrikar, at teir meta hetta økið vera ógvuliga nógv forsømt seinastu árini.
Sjálvur hevur Jenis av Rana einki ímóti, at verandi fullveldiskós heldur fram.
?Nógv ferð er longu tikin av fullveldiskósini, og tað ger einki fyri okkum, um henda kós heldur áfram ella ferðin veksur. Hinvegin ger tað heldur einki, um ferðin verður minkað eitt sindur. Tað er ikki fullveldi, ið er tað týdningarmesta fyri okkum, sigur Jenis av Rana.
Í teimum undanfarnu samráðingarumførunum á hesum sinni hevur einamest verið ósemju um spurningin viðvíkjandi fullveldiskósini, og spurningurin um løgmanssessin hevur eisini verið tungur at fingið upp á pláss. Eftir útsagnunum hjá Jenisi av Rana at døma, so skuldi hvørgin av hesum spurninginum verið nakar trupulleiki.

Gott lag
Eftir steðg hvíldardagin møttu umboð fyri samráðingarflokkarnar upp á Gamla apoteki mánamorgunin. Lagið var eisini gott á monnum, og allir tóktust at vera avslappaðir við støðuna.
I trappuni hittu vit Høgni Hoydal, Anfinn Kallsberg, Kára P. Højgaard og eina løtu eftir hinar kom eisini Jenis av Rana. Høgni Hoydal ynskti ikki at gera viðmerkingar, men lat heldur Anfinn Kallsberg, løgmann, um hesa uppgávuna.
Løgmaður vildi tó ikki siga annað enn, at teir vóru í holt við realitetssamráðingar, og hetta arbeiddu teir við í løtuni. Hann vildi ikki siga nakað um, hvar teir vóru komnir til, og hvat restaði í.
?Tú veitst ikki, um tú hevur nakað, fyrr enn tú hevur alt við tílíkar samráðingar, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.
Anfinn Kallsberg visti ikki at siga, um talan fór at gerast um ein valbólk, tá tingið kemur saman(týsdag, skrivað mánadag).
?Tað er soleiðis, at mann má prioritera, hvat mann vil hava í einari samgongu, og mann má nýta teir møguleikar sum eru, sigur løgmaður í svari til spurningin, hví Miðflokkurin nú er boðin til samráðingarborðið.
Spurningurin er so, hvussu nógv tað ber til at lesa av góða lagnum. Vit kunnu so í øllum førum fyribils bara bíðað løgtingsfundinum og samráðingunum víðari.