Samgongan longu í trupulleikum

Er tað veruliga so, at fólkaflokkurin og sjálvstýrisflokkurin hava "bluffað" tjóðveldisflokkin við øllum tosinum um sjálvstýri og loysing? Hevur tjóðveldi fingið luft at umsita í Tinganesi, tvs. nakað, sum í síðsta enda skal enda sum ein boomerang fyri flokkin - og at A og D enda við at stýra Føroyum sum minnilutasamgonga eftir kanska tveimum árum?

IKKI meira enn at landsstýrið hevur tikið við, og tað hevur fingið álvarsligar trupulleikar at dragast við. Sjálv kjarnan í samgonguskjalinum tykist nú ósemja at vera um sambart grein í Dimmalætting í gjár. Blaðið skrivar, at tað er óvissa um fólkaatkvøðuna, sum er ein fyritreyt fyri í heila takið at tosa um meiri sjálvstýri og loysing. Sambart grein hjá Høgna Hoydal í 14. September, so er fólkaatkvøðan frá 1946 framvegis galdandi, og tí er ikki neyðugt við eini nýggjari fólkaatkvøðu nú. Hetta eru formenninir í fólkaflokkinum og sjálvstýrisflokkinum ikki samdir við tjóðveldisflokkin í. Teir siga, at tað skal eisini vera fólkaatkvøða um føroyskt fullveldi og ikki bara um grundlógina.


UM hetta er so, má sigast, at tjóðveldisflokkurin í veruleikanum er farin út í Tinganes at umsita luft, í hvussu er á tí ríkisrættarliga økinum. At tað ikki ruggar rætt í samgonguni fingu vit longu eina kenslu av sunnudagin, eftir samgonguskjalið varð undirskrivað. Vit gjørdust øll kløkk, tá tíðindasendingin byrjaði við einum sera avgjørdum Anfinni Kallsberg, sum - soleiðis kendist tað - við hesum vildi koma við eini proklamatión til Føroya fólk, har hann kraftiga undirstrikaði, at ongar broytingar verða gjørdar í ríkisrættarligu viðurskiftunum uttan at fólkið fyrst hevði sagt sína meining við tvær fólkaatkvøður. Tað er greitt, at hann gjørdi hetta sum ein fylgja av tí frustratión, sum fangaði nógvar fólkafloksstuðlar, eftir at innihaldið í samgonguskjalinum gjørdist kent. Orðini hjá løgmanskandidatinum í ÚF kundu tulkast sum ein ?desperat? roynd at sissa eitt nú vinnulívsmenn í fólkaflokkinum.


TAÐ er ikki okkara uppgáva at seta kílar millum flokkarnar í nýggja landsstýrinum eins lítið tað er okkara uppgáva at marknaðarføra teirra politikk. Uppgávan hjá pressuni er at leggja fram fyri fólk ætlanir og avgerðir, sum teir stýrandi taka og spyrja, hvørjar avleiðingar hesar fáa uppá gott og ilt. Út frá tí, sum er komið fram, eftir at samgonguskjalið varð undirskrivað, freistast ein til at halda, at fólkaflokkurin (saman við Helenu & Co.) veruliga hevur telvað tjóðveldið í skák mát. Í hvussu er tykist fólkið hjá fólkaflokki og sjálvsstýrisflokki so væl plaserað, at tjóðveldisspringarar og -hestar hava lítið og einki rásarúm. Kann tað vera so galið, at umrøddu flokkar veruliga hava megnað at ?lokka? tjóðveldisflokkin at reka reint borgarligan politikk í eini tvey ár uppá ?forventet fangst? á tí ríkisrættarliga økinum, sum so í veruleikanum endar í eini hasarderaðari fólkaatkvøðu, ið - um hon dettur á gólvið - fer at senda tjóðveldisflokkin út í myrkið í fleiri valskeið! Ein hevur altíð loyvi at spyrja.


JÚ fólkaflokkurin hevur so sanniliga fingið bæði í posa og sekk. Mundi tað ikki vera rein kamoflasja, tá flokkurin tvíhelt um bæði fiski- og búskaparmál? Mundi endamálið ikki vera at fáa fiskivinnumálini, tí hetta er tað einasta økið á fíggjarlógini, har tú hevur játtanir at brúka? Var alt hetta prátið við at lata tjóðveldið fáa sín sjálvstýrismálaráðharra ikki í veruleikanum eitt bluffnummar og millum fólkafloksmenn mett sum einki annað enn at umsita luft? Og eru ikki tær uppgávurnar, sum Høgni Hoydal nú skal taka sær av, uppgávur, sum ein embætismaður og ein embætismannanevnd kundi tikið sær av?


HVUSSU og ikki, so sýnist tað sum at fólkaflokkur og sjálvstýrisflokkur hava gjørt eina ella aðra loyniliga avtalu um eina komandi minnilutastjórn, tá brúk ikki er fyri tjóðveldinum meira. Og kann tað hugsast, at ?ynskið? at fáa tjóðveldisflokkin við í samgongu bara hevði til endamál at fáa tað at síggja út sum, at fólkaflokkur og sjálvstýrisflokkur meintu nakað við sjálvstýrispolitikkin og harnæst fyri at kunna halda javnaðarflokkin úti! Eru gitingar og metingar okkara rættar, so má sigast, at stóri taparin í øllum hesum verður tjóðveldisflokkurin - og so sjálvandi javnaðarflokkurin eisini. Tvs. at tá avtornaði fingu Føroyar kortini eina borgarliga stjórn. Tað var als ikki neyðugt við sambandi og Jenis á hesum sinni. Men tað kann tað blíva, tá A og D ætla sær at stýra einsamallir. Hvør veit: kanska er avtala eisini gjørd um tað?