- Hvar eru arbeiðini, sum samgongan hevur lovað at seta í verk.
Tað spurdi Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag í ársfrágreiðing síni á aðalfundinum um vikuskiftið.
Hon sipar til nógv umrødda ólavsøkupakkan, har tað varð staðfest, at tað almenna skuldi seta arbeiðsskapandi tiltøk í verk.
- Men hvar eru hesi arbeiðini. Tað, ið vit hava upplivað higartil, er tvørturímóti, at tað almenna, serliga landsverk, hevur sagt tímalønt fólk úr starvi.
Hon harmast eisini um, at eingi tekin hava verið at sæð um nakran vilja til at at seta arbeiðsskapandi tiltøk í verk, ikki eitt einasta.
- Tey arbeiði, ið hava verið bjóðað út higartil, eitt nú Landssjúkrahúsið og ellisheimið í Vági, eru íslendskar byggifyritøkur farnar avstað við.
- Tað er nú, at tað almenna skal lata føroysku byggifyritøkurnar fáa almenn arbeiði, sjálvt um tað kostar nakað meir. Tað verður vunnið inn aftur í skattakrónum, tá ið okkara fólk fær arbeiðið, sigur forkvinnan.
Hon staðfestir, at líkt er til, at samgongan ikki er arbeiðsfør, nú ið kassin er tómur og einki er at gjara út við.
- Teir tora ikki at taka neyðugar avgerðir, har neyðugt er at spara, tí teir eru so bangnir um atkvøðurnar til eitt komandi val.
Ingeborg Vinther staðfestir, at enn er fiskivinnan okkara høvuðsvinna og hon skilir ikki heilt gremjanina um, at hon skal fáa so nógvan studning.
Hvat við øðrum londum, har nógvar vinnur fáa studning í stóran stíl. Hvussu nógvan studning letur ES ikki landbúnaðinum? Fyri at fáa fólk at støðast í útjaðaranum, hevur fiskivinnan í Norðurnoregi fingið nógvan stuðul. Hetta gevur arbeiðspláss og kemur landskassanum aftur til góðar.
- Tá ið fiskivinnan gongur illa, fiskaprísirnir eru lágir, lítil fiskur kemur upp á land,
virkini standa tóm fyri tað mesta, tá gongur einki.
- Landsbúskapurin ekur á knøunum, tí fiskivinnan er í kreppu. Hetta skapar fíggjarkreppu. Hvussu ber tað til, at fiskivinnan fyri summi er meira eitt haft um beinini? - Eg haldi, at nógv gloyma, at vit enn bert hava fiskivinnu og alivinnu at dúva uppá, um vælferð skal vera í samfelag okkara, staðfesti Ingeborg Vinther.