Samgongan má hava etið seym

Nýggja BADH-samgongan tykist hava ein felagsnevnara: Allir flokkarnir hava selt síni egnu grundvirðir og hava sett vanliga sømiligheit til viks – til frama fyri vald, har seráhugamál skulu røkjast

Høgni Hoydal
--------

Í mínum yngri árum var ein sangur ofta sungin í veitslulagi, sum hevði niðurlagið: ”Hevði tú trúð tí, oh, oh, oh, hevði tú trúð tí?

Hetta niðurlagið kundi hóskandi verið sett undir tað samgonguskjalið og tær fráboðanir, sum nýggja BADH-samgongan hevur borðreitt við.

Tí høvdu vit trúð tí, at Fólkaflokkurin fór at sleppa øllum sjálvstýrispolitikki og at bidda um hægri blokkstuðul úr Danmark?

Høvdu vit trúð tí, at Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin fór at taka undir við eini asosialari flatskattaskipan, ið skal trumfast ígjøgnum eftir nøkrum fáum vikum? Har løgmaður, tingfólk og stjórar fáa upp í 5000 kr. eyka beint í lumman um mánaðin, meðan vanligi løntakarin onki fær, og ístaðin skal gjalda fyri skattalættan hjá betri hevltini av síni egnu pensjón?

Høvdu vit trúð tí, at Sambandsflokkurin fór at sleppa øllum avtalum um ein nýggjan fiskivinnupolitikk og at venda aftur til eina gongd, har fiskiloyvir og fiskirættindi verða endaliga privatiserað og seld millum privat fyri hægri og hægri prís, har útlendskir strámenn koma at eiga allan tann føroyska flotan?

Høvdu vit trúð tí, at sambandsfólk fóru at hótta embætisfólk fyri at lurta eftir fólkafundum?

Høvdu vit trúð tí, at løgmaður fór at hótta fakfeløg við, at teirra limir verða uppsagdir, um tey ikki taka undir við biddaragongdini um hægri blokk, ella um tey krevja hægri løn?

Eitt heimsmet í veljarabluffi
Tann politikkur, ið BADH-flokkarnir hava fráboðað eftir valið, er helst heimsmet i veljarabluffi, tá vit samanbera við tað, teir søgdu undan valinum. Um føroyski veljarin skuldi tikið støðu til eina valskrá og eina stevnuskrá, sum byggir á høvuðsmálini hjá BADH-samgonguni, so ivist eg stórliga í, um nakar hevði tikið undir við tí.

Men talan er um eitt einfalt valdsbýti millum flokkarnar: Tú ein lítlan – eg ein stóran. Um ein sleppur at røkja nøkur seráhugamál, so sleppur hin at røkja nøkur onnur. Og afturfyri mugu so allir selja síni grundvirðir og sína sál til frama fyri valdið.

Løgmaður hevur ferð eftir ferð sagt, at ymist er sligið fast við sjeytumma-seymi. Tildømis, at skatting av pensjónum við inngjald, ikki ávirkar løntakaran. Tað vísir seg við bert eitt lítið sundur av umhugsni, at tað als ikki er so, sum løgmaður sigur. Tí onki av høvuðsmálunum hjá samgonguni er í veruleikanum fyrireikað, eftirkannað ella gjøgnumhugsað.

Og um valdið er vaksið samgonguflokkunum so nógv til høvdið, at teir ætla at trumla sínar ófrættakendu ætlanir ígjøgnum fyri jól, so er bert at siga: Teir munnu hava etið henda seymin, sum løgmaður tosar um.