Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum frá Tjóðveldi um at útvega Strandferðsluni nýggj skip.
Tjóðveldi hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni eftir nøkrum árum. Men nú Rættarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt uppskotið, er tað greitt, at undirtøka er ikki fyri tí í samgonguni.
Meirilutin í nevndini, sum eru umboðini fyri samgonguna, Christian Andresen, Erhard Joensen, Frimodt Rasmussen og Steffan Klein Poulsen, vísa á, at landsstýrismaðurin hevur upplýst, at arbeitt verður við eini langtíðar íløguætlan fyri Strandferðsluna.
Strandferðslan hevur mælt til, at tvær nýggjar bilferjur verða útvegaðar, umframt tveir nýggir ferðafólkabátar. Í løtuni verður arbeitt við at projektera hesi skipini, og tá ið tað arbeiðið er liðugt, verður ein langtíðarætlan løgd fyri endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni.
Minnilutin í Trivnaðarnevndini, sum eru umboðini fyri andstøðuna, Sirið Stenberg, Hervør Pálsdóttir og Ingilín D. Strøm, halda, at tað er átrokandi neyðugt, at peningur verður játtaður til at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluna. Tey siga, at flotin er so gamal og slitin, at siglingin er ógvuliga óstøðug. Ein orsøk til tað er, at skipini eru so gomul, at tað er ringt at fáa eykalutir, men viðlíkahaldið verður alsmt meiri krevjandi, og dýrt.
Endurnýggingin av flotanum hjá Strandferðsluni eigur eisini at taka atlit til umhvørvið, og tí eiga nýggju ferjurnar at verða smíðaðar soleiðis, at brennievnið í mestan mun verður varandi orka, siga tey.
Tey vísa á, at í fíggjarlógini fyri næsta ár, síggja tey einki til, at Landsstýrið arbeiðir við at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni, tí einki er sett av til endamálið.