Samgongan átti at lurta eftir fólkinum

Fjøldin hevur nú stórt sæð rópt varskó, síðan samgongan kom til, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

- Tað má vera lagnunnar speisemi, at nú mótmælir sjálvt arbeiðarin politikkinum hjá javnaðarflokkinum og tjóðveldi. Flokkunum, sum siga seg hava arbeiðaran í sínum hjarta, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

 

Hon hevur seinastu tíðina staðiliga arbeitt ímóti nýggja fiskivinnuuppskotinum, sum er til 2. viðgerð í dag, og tað gleðir hana at síggja, at nú eru fakfeløgini eisini farin at mótmæla uppskotinum. 

- Álvaratos sær samgongan ikki øll tey reyðu ljósini og allar ávaringarna ? Skilir hon ikki álvaran? Fjøldin hevur nú stórt sæð rópt varskó, síðan samgongan kom til, sigur hon, og nevnir mótmæli frá pensjónistum, sjófólki, manningarfeløgum, lesandi og nú mótmælir Klaksvíkar Arbeiðarafelag.

 

- Nú átti  samgongan at  lurta eftir fólkinum og tikið  tað til eftirtektar, sum fólkið sigur og ikki ignorera meir, sigur løgtingskvinna fólkafloksins í Norðoyggjum.