– Men Sambandsflokkurin hevur størstu framgongdina.
Javnvágin í føroyskum politikki skeivklast ikki í nýggjastu veljarakanningini, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Miðlahúsið og Kringvarpið.
Kanningin er kunngjørd í Sosialinum, sum í dag verður borin við Posta kring landið, og sum fæst í sølubúðum kring landið í dag.
Meðan samgonguflokkarnir varðveita sítt tingmannatal, so broytist tingmannatalið hjá øllum andstøðuflokkunum. Teir stóru vaks, og teir smáu minka.