Seinasta friggjadag var onnur og seinasta viðgerð av lógaruppskotinum um fullveldi fyri í tinginum. Av tí at ein tingmaður í andstøðu og ein í samgonguni vóru burturstaddir, atkvøddu 18 tinglimir fyri og 12 ímóti.
Eilif Samuelsen situr í løtuni í tinginum fyri Lisbeth L. Petersen, sum hevur farloyvi.
Úrslitið av hesum máli varð sum væntað, sigur Eilif Samuelsen. Samgongan tók undir við málinum og andstøðan, sum nú, eftir at Jenis av Rana er hoppaður yvir um, eru bert Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin.
Tað stríðir ímóti tí, sum Sambandsflokkurin hevur stríðst fyri í 100 ár, at taka undir við einum uppskoti um fullveldi, sum er so radikalt sum hetta.
Broytingar men
ikki fullveldi
Vit vilja fegin fremja broytingar i ríkisrættarligu viðurskiftunum, men tað skal vera ein skipan, har vit eru saman við Danmark, sigur Eilif Samuelsen.
Er tað ikki ov seint at hugsa um tað, nú uppskotið um fullveldi er veruleiki?
Jú, men hetta uppskotið er annað og meir enn bert at viðganga, at Heimastýrislógin er avoldað. Tað, at lógin er 50 ára gomul, ger ikki, at hon ikki kann brúkast, sigur Eilif Samuelsen.
Spurdur um tað ikki er ein teoretiskur spurningur, sum tíðin er farin frá, sigur Eilif Samuelsen, at løtan til at gera broytingar er nú. Í 1948 gjørdu vit broytingar í heimastýrislógini, har Sambandsflokkurin eisini var við til at orða lógina.
Nú er stundin komin at kanna málið, men vit kunnu ikki taka undir við fullveldinum, áðrenn ítøkiligar kanningar eru gjørdar.Tað vil Javnaðarflokkurin heldur ikki.
Eilif Samuelsen heldur, at uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um stjórnarskipanarnevnd er nógv betur, tí í hesum skulu kanningar gerast av ríkisrættarligu viðurskiftunum. Nevndin skal koma ásamt um broytingarnar og síðan gera uppskot um eina nýggja stjórnarlóg fyri Føroyar.
Svarlistin gjørdur framman undan
Tað, sum okkum dámar betur við hesum uppskotinum, er, at tað ikki, sum við fullveldisuppskotinum, verður arbeitt við einum svarlista, sum er gjørdur áðrenn arbeiðið byrjar. So kunnu tveir mans seta seg at skriva grundlóg. Tað nýtist ikki tað stóra hóvastákið, tí avgerðin er tikin framman undan, sigur Eilif Samuelsen.
Hann heldur, at samgongan hevur tikið sær heimildina. Tað verður teirra ábyrgd og uppgáva at koma við úrslitinum. So kunnu teir leggja tað fram í tinginum, men meirlutin ræður, og tann avgerð sum samgongan hevur tikið, verður trýst ígjøgnum.
Samgongan avbyrgir
Eilif Samuelsen tekur samanum hendingarnar í sambandi við fullveldisuppskotið: Samgongan hevur sett andstøðuna út av spælinum. Hon kundi víst eitt sindur av ábyrgd. Í staðin fyri avbyrgir hon seg, við at varpa formannin í uttanlandsnevndini út, og setir ein tjóðveldismann í formanssessin. Tað er týðuligt tekin um, hvussu samgongan arbeiðir. Hetta er meirlutadiktatur, sigur Eilif Samuelsen.
Eingin vil fullveldi
So mikið meira álvarsligt heldur sambandsmaðurin hetta verða, av tí at hann ikki hevur tosað við eitt einasta fólk, sum vil fullveldi.
Hann heldur, at tað bert eru forbeinaðir tjóðveldismenn, ið liva sítt lív uttan fyri veruleikan, sum kunnu góðtaka fullveldi, serliga tá hugsað verður um, at arbeitt hevur verið fyri sjálvstýri síðan 1906, har góðir menn hava barst fyri hesum.
Og hví hava tjóðveldismenn ikki barst meira, tá teir hava havt møguleikan, spyr Eilif Samuelsen.
Hví hava teir aftrað seg higartil
Hann hevur bert eitt svar, og tað er, at Høgni Hoydal er orsøkin til alt hetta. Hava hinir í Tjóðveldisflokkinum, sum ikki hava gjørt meir, aftrað seg, tí teir vistu, at tað ikki bar til?
Teir høvdu møguleikan í sekstiárunum at gera meir á sjálvstýrisleið. Tá høvdu teir buktina um báðar endar, men einki kom burturúr. Kanska var tað tí teir vistu, at tað ikki bar til, sigur Eilif Samuelsen.
Spurdur, hvat Sambandsflokkurin ætlar at gera, sigur Eilif Samuelsen, at tað er neyðugt at fólkaatkvøðan verður so greið sum til ber. Tað var hon ikki í 1946.
Tað sæst aftur í okkara tíð, í d.t. EU-fólkaatkvøðum, har munurin fyri ella ímóti bert er nøkur fá prosent. Har er ein meirluti ein meirluti, hvussu lítil hann enn er.
Hvussu er tað at sita sum eygleiðari til gongdina í seinastuni?
Nú havi eg verið við í nógv ár, og sjálvandi kemur hetta ikki óvart á nakran. Við upplegginum á seinasta vali, herði serliga ein persónur henda spurningin, og fekk stóra undirtøku. Tað er veruleikin.
Hetta er bert ein logisk avleiðing av sjónarmiðunum hjá tjóðveldisflokkinum, og er fyri sovítt einki nýtt. Veljararnar hava tikið undir við hesum í fullum álvara, út frá ætlanini um at gjøgnumføra fullveldi. Nú fáa vit at síggja.
Hvat kann andstøðan gera fyri at venda gongdini?
Nú er bert eitt hjá okkum at gera, og tað er at upplýsa Føroya fólki um avleiðingarnar, um fullveldi verður framt. Tað er arbeiðssetningur, sum samgongan av náttúrligum orsøkum, ikki fer at gera nakað við, sigur Eilif Samuelsen, sum situr í tinginum hesa vikuna aftrat.