Á tíðindafundi seinnapartin í gjár undirskrivaðu teir tríggir floksformenninir samgonguavtaluna millum ABC flokkarnar Í beinleiðis út- og sjónvarpaðari sending í Kringvarpinum og Rás2 løgdu Kaj Leo Johannesen, Jørgen Niclasen og Jóannes Eidesgaard nýggja samgonguskjalið millum ABC flokkarnar fram.
Skjalið er rímiliga umfatandi og nemur við øll níggju málsráðini.
Mest týðandi broytingar í mun til samgonguskjalið hjá CHE samgonguni er, at Sandoyartunnilin nú aftur er raðfestur og Skálafjarðartunnilin verður latin aftur til privata felagið at gera.
Annars er tað enn bert Sambandsflokkurin, sum hevur sett øll nøvnini á sínum landsstýrisfólkum. Hinir báðir flokkarnir skulu hava síni nøvn klár til tingfundin seinnapartin í dag, og meðan tað enn er rættiliga vist, at Jacob Vestergaard og Annika Olsen fara í landsstýrið fyri Fólkaflokkin, so tykist meiri ógreitt, hvørji umboðini hjá Javnaðarflokkinum verða.
Portalurin, Rás2 og Sosialurin fylgja sjálvandi væl við politisku gongdini gjøgnum dagin.