Regluligir samgongufundir verða einaferð um mánaðin, og harafturat skal vera regluligt samskifti ímillum avvarandi landsstýrisfólk og samgongutinglimir í sambandi við lógaruppskot. Hetta skal gerast í einum felags forum, ið kortini ikki er samgongufundur.
Í sokallaða foruminum tosa framsøgufólkini í flokkunum um málini, men onnur samgongutingfólk hava eisini høvi at vera við. Men eru tey ikki við á fundinum, er tað uppgávan hjá flokkunum sjálvum at kunna tinglimir sínar um málini.
Afturat hesum er tíðin, samgonguflokkarnir fáa at viðgera ymisku málini, áðrenn teir skulu senda landsstýrinum ummæli síni, eisini longd. Nú skulu flokkarnir hava fjúrtan dagar til at viðgera málini í staðin fyri teir sjey, sum teir fyrr høvdu.
Løgmaður segði við útvarpið í gjár, at tað, at samgongutingfólk verða kunnaði um málini áðrenn tey koma fyri tingið, ikki skal fatast sum, at landsstýrið vil binda tinfólk at taka undir við málunum. Tey skulu bert kunnast.
Formaður Tjóðveldisfloksins, Heini O. Heinesen, segði annars við Sosialin í farnu viku, at hetta kundi metast sum at seta fólkaræðið til viks. Tí hetta gjørdi, at mál vóru hálvgum samtykt, áðrenn tey komu í tingið og andstøðutingfólk yvirhøvur fingu kunnleika um tey.
Tað, sum øll vóru samd um á samgongufundinum var, at nú skal samstarvið millum landsstýrið og samgongulimir á tingi betrast.Løgmaður er sera væl nøgdur við samgongufundin týsdagin. Hann sigur, at talan var um ein fund, har tað bert varð litið frameftir. Als ongar gamlar ósemjur vóru havdar á lofti, hóast Tjóðveldisflokkurin frammanundan fundinum hevði meldað út, at hann fór at krevja eina frágreiðing um handfaringina av pensjónsmálinum.
Men sambært løgmanni var ikki eitt einasta orð um pensjónsmálið havt á lofti á samgongufundinum. Løgmaður vísir í hesum sambandi á, at stungið var út í kortið at halda ein konstruktivan fund, har lítast skuldi frameftir, og var hetta tað, ið varð gjørt.
? Vit skulu hava gott samskifti millum tingið og landsstýrið soleiðis, at uppskot verða betur viðgjørd millum samgonguflokkarnar áðrenn tey verða løgd fyri tingið, sigur løgmaður og leggur afturat, at talan er um eina forleinging av prosessini í flokkunum.