Sáttmálasettir fólkaskúlalærarar hava nú verið raktir av arbeiðssteðgi í 4 vikur og einki røkist fyri, at ein loysn er fyri framman.
Eftir at Signar á Brúnni legði frá sær sum landsstýrismaður, røkir Høgni Hoydal skúlamál, men hann hevur víst á, at Fíggjarmálastýrið er mótpartur hjá Føroya Lærarafelag. Har má trupulleikin avgreiðast her og nú, so kann tosast um lógina seinni, men hetta góðtekur Føroya Lærarafelag ikki.
Felags útspæl
Bjarni Djurholm úr fólkaflokkinum heldur, at nú mugu Fíggjarmálastýrið og Undirvísingar- og Mentamálastýrið í felag greitt spæla út, hvat hesi vilja.
Hann metir ikki, at samgongan kann liva leingi afturat við støðuni, sum hon er nú.
- Hetta er ein sera óheppin støða. Samgonguumboðini mugu nú í felag greitt spæla út. Eisini so Lærarafelagið veit, at teir kunnu ikki spæla uppá tveir partar, sigur Bjarni og vísir á, at vandi er fyri, at tvístøðan druknar í tosinum um normeringar.
Føroya Lærarafelag hevur roynt at fáa fund við Høgna Hoydal, men hesin fundur hevur ikki verið enn.
Bjarni Djurholm metir, at Høgni Hoydal eigur at gera greitt, hvussu hann ætlar at skipa nýggju lógina, so tað er í tráð við tað, ið Fíggjarmálastýrið ætlar.
Mugu tæna somu søk
Bjarni Djurholmm minnir á, at nýggja lógin í grundini hvørki er dýrarai ella bíligari, enn hin gamla lógin.
Men sparingar vóru framdar í gomlu lógini.
- Gamla lógin varð ambuterað. Nýggja lógin varð sett í gildi sum en karmur. Hon skuldi setast í gildi yvir eini 4 - 5 ár, minnir Bjarni Djurholm á.
Hann sær onga einfalda loysn á ósemjuni millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag, men Bjarni Djurholm metir avgjørt, at Fíggjarmálastýrið og Undirvísngarmyndugleikarnir mugu tæna somu søk.