Samhugaverkføllini avlýst

Bæði Føroya Pedagogfelag og Starvsmannafelagið boða nú frá, at samhugaverkfallið, ið varð lýst til at vera í morgin, er avlýst.

Lønardeildin á Fíggjarmálaráðnum og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar komu í dag ásamt um nýggjan sáttmála, og sjúkrarøktarfrøðingarnir hava tí slept verkfallinum.

Av somu orsøk er ikki longur neyðugt hjá hinum fakfeløgunum at fara í samhugaverkfall, og tí eru tey eru tey slept.