Sami botnur allan vegin

Hóast B71 hevur verið í niðurflytingarvanda tað mesta av árinum, hevur liðið bara sjey umfør verið undir niðurflytingarstrikuni, har AB og FC Suðuroy lógu øll tey 18 síðstu umførini

»At kenna sína vitjunartíð…« Hetta er uttan iva eitt rættiliga slitið orðafelli í fótbóltshøpi, men sjáldan man tað hava verið so viðkomandi, sum nú kappingin í Vodafonedeildini endaði leygardagin. FC Suðuroy hevur andað B71 í nakkan í fleiri mánaðir, men tá møguleikin endiliga var har, megnaði suðuroyarliðið einki, og tí noyðist FC Suðuroy niður í 1. deild saman við AB.
Yvirlivilsið var annars serverað á silvurfatið, tá B71 fekk ársins størsta avsmurning í Runavík, og fyri hvør málið, ið fór inn, gjørdist skriftin á vegginum uppaftur sjónskari: Ein javnleikur var ríkiligt hjá FC Suðuroy fyri at yvirliva. Men suðuroyingarnir kendu altso ikki sína vitjunartíð og megnaðu ikki at taka av, tá mest var brúk fyri tí, og tí eru teir ikki longur við í »fína selskapinum«.
AB, sum hevði eitt fantastiskt kappingarár í fjør, megnaði á ongan hátt at liva upp til tað í ár, og nú alt er liðugt og talt upp, var AB undir niðurflytingarstrikuni 25 av teimum 27 umførunum. Og tá argjamenn á heimavølli taptu fyri B71 fyri góðum mánaði síðani, vendist ikki aftur.
Fyrstu ferð, FC Suðuroy kom undir strikuna, var eftir tíggjunda umfar, sum var síðst í mai mánaði. Men eftir tað megnaði liðið ongantíð at fáa høvdið uppundan aftur, og hóast suðuroyingarnir onkuntíð hava skift um pláss við AB – men framvegis undir strikuni – endaði kappingin, sum hon hevur sæð út síðstu 18 umførini.
B71 var líka til tað síðsta í niðurflytingarvanda, men var bara undir strikuni í sjey av teimum fyrstu níggju umførunum. Tá fyrsti triðingurin var av, gjørdi B71 ein vørr við sigri á B68 og AB, umframt javnleiki ímóti B36, og eftir tað megnaðu sandoyingarnir at halda sær flótandi til tað síðsta.
Merkisvert er annars, at liðið, sum mest hevur verið á odda í ár, NSÍ, heili trý umfør lá undir niðurflytingarstrikuni, og tað var, tá tað gekk so illa tey fyrstu fýra umførini, ið bara góvu eitt stig. Men eisini EB/Streymur, sum ímóti endanum var líka við at stinga av við gullinum, var eina ferð undir strikuni, eftir at liðið bara fekk fimm stig burtur úr fyrstu seks umførunum.