Samkynd giftast: Bara Annika skifti síðu

Tað var longu tann dagin, løgmaður varð valdur, at Sonja Jógvansdóttir boðaði frá, at hon fór at leggja uppskotið fram um, at fólk av sama kyni skulu sleppa at giftast borgarliga.

 

Í hesum sambandi gjørdi Sosialurin eitt spurnarumfar millum tingfólk fyri at vita, um meiriluti var fyri uppskotinum.

 

Stór útskifting var á tingi á valinum 1. september í fjør – og áttu nýggj fólk tóku eisini sæti, tá landsstýrið varð skipað. Fyrsti tingfundur við nýggju tingmanningini var tí hósdagin 17. september, tá løgtingsnevndirnar vórðu valdar. Tá var tað, at Sosialurin nýtti høvið at lodda dýpið fyri at vita, um meiriluti var fyri uppskotinum hjá Sonju Jógvansdóttir.

 

Tey, sum søgdu JA vóru:

 

Bjørt Samuelsen

Páll á Reynatúgvu

Annita á Fríðriksmørk

Katrin Kallsberg

Magni Arge (Ingolf Olsen hevur tikið sæti fyri MA)

Óluva Klettskarð

Pauli Trónd Petersen

Magni Laksáfoss

Sonja Jógvansdóttir

Helena Dam á Neystabø

Kristianna Winther Poulsen

Bjarni Hammer

Djóni Nolsøe Joensen

Hanna Jensen

Ruth Vagn

Annika Olsen*

 

*GG! Annika Olsen vildi ikki svara spurninginum, men Framsókn hevur í stevnuskránni, at flokkurin gongur inn fyri borgarligari vígslu millum samkynd, so tí er væntandi, at Annika atkvøður fyri.

 

Tey sum søgdu NEI vóru:

 

÷ Kári P. Højgaard

÷ Bárður Kass Nielsen

÷ Magnus Rasmussen

÷ Bjørn Kalsøe

÷ Bill Justinussen

÷ Jenis av Rana

÷ Jógvan á Lakjuni

÷ Elsebeth M. Gunnleygsdóttir

÷ Jákup Mikkelsen

÷ Jacob Vestergaard

÷ Jørgen Niclasen

 

Tey, sum ikki vildu svara, vóru:

? Bárður á Steig Nielsen

? Edmund Joensen

? Kaj Leo Holm Johannesen

? Kristin Michelsen

? Heðin Mortensen

? Jónleif Johannesen

 

Úrslitið av atkvøðugreiðsluni í nátt var ikki so langt frá hesum.

 

Tað er bara Annika Olsen, sum fullkomiliga hevur broytt støðu. Men síðani tá hevur so nógv rumbul verið í hennara politisku yrkisleið – hon er nú aftur inni í hitanum í Fólkaflokkinum.

 

Magni Laksafoss var tann einasti í andstøðuni, sum svaraði púra greitt, at hann fór at atkvøða fyri – og tað gjørdi hann eisini í nátt, eins og Edmund Joensen eisini gjørdi tað.

 

Av teimum, sum ikki vildu svara, eru tveir, sum í nátt atkvøddu nei:

 

÷ Bárður á Steig Nielsen

÷ Kaj Leo Holm Johannesen

 

og fýra, sum atkvøddu ja:

 

Edmund Joensen

Kristin Michelsen

Heðin Mortensen

Jónleif Johannesen