Samkynd kirkjuvígsla í Grønlandi

Frá 1. apríl var loyvt samkyndum í Grønlandi at verða vígd sum hjún í eini kirkju

Fríggjadagin kom nýggj lóg í gildi í Grønlandi, ið loyvdi tveimum av sama kyni at giftast. Undan hesi lóg bar til at ganga í skrásett parlag, men nú eru kirkjudyrnar latnar upp fyri samkyndum hjúnum.

Nýggja lógin er partur av einum umfatandi lógarpakka á familjurættarliga umráðnum, sum grønlendska landstingið einmælt samtykti á vári í 2015. Tann 19. januar í ár samtykti eisini danska fólkatingið lógirnar.

Longu fyrsta dagin, tað bar til, var tað eitt samkynt grønlendskt par, ið tók av møguleikanum at lata seg víga í eini kirkju, og harvið skrivaði søgu. Tað vóru Laila Mølgaard og Henriette Simonsen, ið presturin Aviaja Rohmann Pedersen vígdi sum hjún í Hans Egede-kirkjuni fyrrapartin fríggjadagin.