Felagið hjá samkyndum í Føroyum, LGBT, ger nú enn eina roynd at fáa Løgtingið at loyva samkyndum hjúnalagi.
Í morgin er lagnudagur hjá teimum, tí í morgin fer Løgtingið at atkvøða um uppskotið um at loyva samkyndum hjúnalagi.
Í hesum sambandi hevur LGBT nú handað øllum løgtingslimum tað, tey kalla eina vinarliga vegleiðing og eina áheitan um at samtykkja upskotið.
Tey siga, at tá ið Løgtingið fer at atkvøða í morgin, er tað ein søgulig og sera týðandi avgerðina fyri framtíðina samkyndum í Føroyum
Tey eru sannførd um, at løgtingslimirnir fara at leggja sær stýrisskipanina í geyma, har tað ”klárt og týðiligt ásetir, at løgtingsmenn eru bert bundnir av sannføring síni og ikki av forskriftum frá veljarum sínum.”
- Tí vóna og vænta vit eisini, at tú fylgir stýriskipanini og atkvøður í hesum málinum eftir tínari egnu sannføring, og ikki sannføringini hjá øðrum, sigur nevndin í LGBT, sum er Anja Johansen, Eiler Fagraklett, Katrin W. Bærentsen, Høgni Miné, Line Fuglsbjerg og Símun Nolsø. - Valið er títt - og bara títt, leggja tey afturat í áheitanini á løgtingslimir.
Eitt, tey vísa á, er, at samkyndleiki er nátúrligur og ikki ónátúrligur, sum nógv løgtingsfólk tvíhalda um. - Vit noyðast hvørki at leita leingi ella víða eftir ríkiligum dømum um kynsligt margfeldi í djóraheiminum. Sam-, tví- og tvørkyndur atburður er skjalprógvaður hjá umleið 1.500 djórasløgum, so ásannast má, at ómetaliga stórt kynsligt margfeldi er at síggja í náttúruni, siga tey í LGBT.
|