KÍ hevur skrivað søgu. Fyri fyrstu er tað eydnast KÍ at vinna seg víðari í Evropa, og KÍ er fyrsta føroyska felagsliðið sum fær stig ímóti einum litaviskum felagsliði.
Haraftrat hevur KÍ skaffað føroyska Europa Cup roknskapinum ein sigur og tveir javnleikir, ið muna væl hjá føroyskum fótbólti.
Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari hjá KÍ er eisini sera errin av sínum monnum, og tey avrik teir hava framt ímóti Birkirkara fyrst, og nú ímóti Zalgiris, ið er eitt yrkislið burturav.
Mikkjal Thomassen heldur, at serliga avrikið á útivølli í kvøld var framúr gott, har tað eydnaðist KÍ at koma innaftur í dystin og halda lív í møguleikanum líka til dystarenda.
KÍ-leikararnir fáa nú frí restina av vikuni, og mánakvøldið byrja fyrireikingarnar til heimadystin ímóti Skála, ið verður leiktur fríggjakvøldið 27. juli.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var við Mikkjal Thomassen beinleiðis á FM1 aftaná dystin í Vilnius.
HERber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum í Vilnius sum YouTube rásin hjá Zalgiris hevur lagt út.
HER ber til at hoyra og síggja okkurt av tí sum Mikkjal Thomassen segði á tíðindafundinum aftaná dystin.