Amerikanska flogfelagið American Airlines er í samráðingum við tær báðar størstu flogverksmiðjurnar í heiminum, Boeing og Airbus, um at keypa í minsta lagi 250 nýggj flogfør. Blaðið Wall Street Journal skrivar í dag, at tey 250 flogførini eru mett at fara at kosta 15 milliardir dollarar.
Sambært tí amerikanska blaðnum kann tað fáa sera stóran týdning fyri evropeisku Airbus-verksmiðjuna, fær hon sáttmálan við American Airlines, tí higartil hevur amerikanska Boeing havt næstan einkarrætt til tann amerikanska marknaðin.
Keypir American Airlines 250 nýggj flogfør, merkir tað, at felagið endurnýggjar 38 prosent av sínum flogførum.