Føroya Pedagogfelag gjørdist triðja fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum, ið skrivaði undir ein nýggja sáttmála, tá tað um vikuskiftið eydnaðist Semingsstovninum at fáa semju í lag millum fakfelagið og almennu arbeiðsgevararnar, ið eru Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum.
Frammanundan hava Starvsmannafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar gjørt semjur við almennu arbeiðsgevararnar, men enn eru tað 26 fakfeløg, ið mangla at gera ein nýggjan sáttmála, eftir at verandi sáttmálar fóru úr gildi á heysti 2017.
Jan Mortensen, stjóri í Lønardeildini, upplýsir fyri Miðlahúsinum, at samband hevur verið við tvey onnur fakfeløg, og at tær samráðingarnar skjótt verða tiknar upp aftur.
- Tá vit byrjaðu í summar kunnaðu vit fimm tey størstu fakfeløgini um, at vit ætlaðu at taka tey fyrst. Vit hava havt innleiðandi samráðingar við øll, men tá verkfallið byrjaði hjá sjúkrarøktarfrøðingunum steðgaði alt upp, og tilsvarandi nú, tá kreppan bleiv við Føroya Pedagogfelag, sigur Jan Mortensen og leggur afturat.
- Men vit eru í gongd við tvey feløg, Føroya Lærarafelag og Akademikarafelagið. Vit hava havt fleiri fundir við tey og eru komin ávegis. Men tað steðgaði upp, meðan hetta var. So tað er natúrligt, at tað vera tey feløgini, ið vit aftur fara í gongd við.
Jan Mortensen upplýsir eisini, at tað í løtuni verður arbeitt við at fáa alt upp á pláss nú ein nýggjur sáttmáli eru gjørdur við Føroya Pedagogfelag, men tá tað er avgreitt, so verður stig tikið til at taka samráðingar uppaftur við Akademikarafelagið og Føroya Lærarafelag. Júst nær teir fundirnir verða er tó enn ógreitt.