Samráðingar um KT-økið

Fyrsti samráðingarfundurin í hesum umfarinum um KT-økið innan fólkaskúlan var í gjár

KT-ØKIÐ

Samráðingarnar um KT-økið innan fólkaskúlan millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið eru byrjaðar.
Fyri tveimum vikum lýsti Føroya Lærarafelag við eini yvirlýsing, sum sigur, at verður eingin avtala um KT-økið í fólkaskúlanum gjørd innan stutta tíð, noktar Føroya Lærarafelag limum sínum at arbeiða sum KT-vørðir frá komandi skúlaári. Síðani álitið er skrivað um økið, hevur Fíggjarmálastýrið gjørt greitt, at landið bert rindar fyri námsfrøðiliga partin á KT-økinum.
Føroya Lærarafelag hevur sóknast eftir starvslýsing fyri KT-vørðarnar síðani kunningartøkni kom inn um skúlagátt, og at fáa samsýningarnar til KT-vørðarnar uppá pláss. Hóast fleiri áheitanir eru hesi viðurskifti ikki fingið uppá pláss enn, tó so seint sum í farnu viku fekk Føroya Lærarafelag starvslýsing sendandi. Sambært landsstýrismanninum í skúlamálum er grundin til trupulleikarnar á økinum, at semjan frá 30. apríl 2000 viðvíkjandi savnsrøkt og KT-vørðum ikki verður tulkað eins frá avvarðandi pørtum. Bæði álitini eru skrivað sambært semjuni, men einki stendur í semjuni um, hvat síðan skal fara fram.
Forkvinnan í Føroya Lærarafelag, Elsa Birgitta P. Petersen, hevur góðar vónir um, at semja fæst, soleiðis, at KT-økið kemur uppá pláss, áðrenn næsta skúlaár byrjar.
- Eg ivist ikki í, at tað skulu ikki nógvir samráðingarfundir til, áðrenn málið verður loyst, sigur hon.
Einir 20 lærarar eru útbúnir sum KT-vørðar. Hesi árini hava teir arbeitt eftir eini fyribilsavtalu um røkt av KT.