Samráðingar um samgongu halda fram

Klokkan 10 fara teir tríggir samgonguflokkarnir í realitetssamráðingar um at halda fram í somu samgongu Sjálvt um botnurin í gjár varð lagdur fyri eini nýggjari samgongu millum verandi samgonguflokkar, so eru fleiri stórmál, har stórur munur er á sjónarmiðunum hjá hjá serliga Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum. Til dømis á fiskivinnu-, skatta-, ríkisrættarliga- og á ES-økinum.

Bæði formennirnir í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard, og í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, siga seg hava góðar vónir um, at samgongan kann halda fram, meðan formaðurin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen, tekur størri fyrivarni.

Tað er ongin loyna, at serliga Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin seinasta góða hálva árið hava havt eitt heldur strongt forhold. Serliga til skattapolitikkin, fiskivinnupolitikkin og fíggjar- og íløgupolitikkin. Spurningurin er so, hvussu djúpt hesar ósemjurnar stinga, og um tær eru ov stórar til, at flokkarnir kunnu samráða seg fram til eina nýggja samgongu.

Ímeðan bíðar Tjóðveldi og teir smærru andstøðuflokkarnir í spenningi, um teir fáa møguleikan at koma til samráðingarborðið. Tað komu teir næstu tímarnir ella dagarnir at geva eina ábending um.