Samró ætlar flatari flatskatt

Fólkaflokkurin ætlar eft­ir øllum at døma, at flat­skatt­urin, sum settur varð í gildi 1. januar í fjør, nú skal gerast enn flatari. Hann skal heilt niður á 20 pro­sent. Ungi tingmaður Fólka­floks­ins­floks­ins, Hanus Samró, leggur ikki fingrarnar í millum:

– Skatturin skal vera 20 pro­sent, og so skal restin fíggj­ast við brúkaragjøldum, segði hann so bersøgin und­ir viðgerðini av løg­mans­røð­uni.

Lømaður nam sjálvur við mál­ið í røðu síni á ólavsøku. Hann segði, at landsstýrið ar­beiðir við at finna fram til, hvussu tað ber til at lækka skattatrýstið á ar­beiðs­inn­tøku í Føroyum.

– Tað er gleðiligt, at vit ætla at lækka skattin upp­aft­ur meira. Vit hava jú sæð skat­t­a­trýst upp ímóti 60 pro­sent­um. Tað hevði tí verið ynsk­i­ligt, at vit lækkaðu skat­t­a­prosentið niður á 20 pro­sent, segði Hanus Samró – og hann helt fram:

– 10 prosent í landsskatti og 10 prosent í kommunuskatti! That's it! – og so verður restin fíggj­að við brúkaragjøldum, segði Hanus Samró.

– Og ongantíð betur – ong­antíð betur, legði hann dent á – enn at vit gera okkara so­kall­að­a flatskatt uppaftur flat­ari. Tað hevði verið tað besta, sum kundi hent – at vit lækka hann úr 40 prosentum nið­ur á 20 prosent – og so eru vit kvitt, sigur Hanus Samró, løg­tings­maður.

Hóast onkur vil halda, at Han­us tosar úr egnum brósti, so er Jørgen Niclasen ikki ó­samd­ur við honum.

Við in.fo segði hann, at hann eis­ini ynskti sær 20 pro­sent skattaloft.

– Vit hava hægsta inn­tøk­u­skatt­in í heiminum, so vit mugu fáa skattin niður. Og tað eru tey flestu samd um, sig­ur Jørgen Niclasen, sum tó við­merkti, at tað ikki verður gjørt eftir einari nátt.

So vita vit, hvat sam­gong­an ætlar – og hvat endamálið er. Eftir er bara hjá Jørgen, ið øll­um ræður, at fáa løgmann at siga tað sama.