Eftir ætlani skuldi Landsstýrið og danska stjórnin samráðast um avtaluna áðrenn hetta árið var úti.
Nú er tíðin so langt útliðin, at avgjørt at bíða við samráðingunum til eftir árslok.
Viðvíkjandi uttanlandsskuldini, so hevur danski staturin umfíggjað føroysku lánini, sum fella til útgjaldingar í 1999.
Fundirnir á embætismannastigi, sum vanliga eru byrjanin til politisku samráðingarnar, eru als ikki byrjaðar enn.
Fyribils skal málið viðgerast í Landsstýrinum, sum ásetur eina tíð fyri fundunum, og hvussu farast skal til verka.
Rúni Joensen, løgmansfulltrúi, sigur, at væntandi verður farið til verka fyrst í komandi ári.
Fyrsta uttanlandslánið er til støddar umleið 1,3 mia. krónur, og fellur til gjaldingar 1. januar 1999, og í ár 2000 skulu 1,8 mia. krónur gjaldast aftur.
Tilsamans er uttanlandsskuldin 5,6 mia. krónur. Seinasta freist higartil at gjalda skuldina, er í ár 2004.