SAMSEKIR SAMBANDSMENN

Nógv fyri at hoyra ”loysnina” uppá trupulleikarnir á Landssjúkrahúsinum, sum Bárður Nielsen hevur at bjóða!

 

At brúka blokkniðurskurðin sum undanførslu fyri at ein ikki fær seg til at játta 4 mill.kr. ella tað dupulta, fyri at hava ein forsvarligan rakstur av landssjúkrahúsinum, ja tað er ov vánaligt!

Hvat skulu teir túsundtals sjúklingar í Føroyum brúka gamlar syndir hjá Tjóðveldunum og Fólkaflokkinum til?

 

Eri annars púra samdur í at tað var ein deyðssynd ið Tjóðveldi og Fólkaflokkurin framdi í 2001 og at vit í mangar mátar og á mongum økjum merkja sviðjan av tí í dag.

 

Men vit vita jú eisini at stívrendi politikkurtin hjá Edmund Joensen gjørdi at skaðin gjørdist so stórur. Hevði andstøðan staðið saman, hevði upphæddin ikki blivið so ógvuslig, men sum ikki eina ferð hjá sambandinum, so var niðurlagið – alt ella onki!

Bárður hevur fyrr verið úti og úttalað seg um tann horvna sosiala profilin hjá Sambandsflokkinum, og tað hevði hann rætt í.

Tað er har, hundurin liggur grivin - í Sambandsins evindaligu leifran fyri antisosiala Fólkaflokkinum!

Vit kunnu í dag skilja ímillum gamlar sambandsmen við sosialum medviti, heilt aftur til Johan Poulsen og so ”nýsambandsmenn”, sum sambært Lisbeth Petersen, totalt hava slept sínum hugsjónum á sosiala økinum.

 

Trúgvi ikki at nakar sjúklingur sum, vegna sparingar Sambansflokksins, stendur og manglar hjálp frá Landssjúkrahúsinum, er nøgdur við hasari ”blokkforkláringini”- henni verður hann ikki frískur av!

 

Bárður! Hygg frameftir sum tín løgmaður plagar at siga.

Loys trupulleikarnar á Landssjúkrahúsinum við at játta tær írestandi milliónirnar til raksturin – onki annað verður góðtikið av Føroya fólki.

Blokkniðurskurður dugur ikki sum umbering.

Vánaligar umberingar telja ikki við!!