Samskip takkar fyri hjálpina

Á samkomu í Havn fríggjadagin í seinastu viku, nýtti skipafelagið Samskip høvið at takka føroysku sjóbjargingarstøðini fyri arbeiðið, støðin gjørdi, tá farmaskipið Jøkulfell sakk

Fríggjadagin i seinastu viku var samkoma á skrivstovuni hjá skipafelagnum Samdkip í Havn, har aðalstjórin i íslendska felagnum handaði setta leiðaranum á føroysku sjóbjargingarstøðini eina viðurkenning fyri arbeiðið, føroyska MRCC støðin gjørdi í samband við, at farmaskipið Jøkulfell sakk norðan fyri Føroyar fyrr i vár.
Tað var sjálvur forsetin í Eimskip, Knútur G. Hauksson, sum handaði Jóan Jacobi Jacobsen, settum leiðara á MRCC støðini í Føryum, ein kekk áljóðandi 100.000,- krónur sum viðurkenning fyri tað arbeiðið, sum støðin gjørdi í samband við bjarging og leiting, tá Jøkulfell sakk, greiðir Joel undir Leitinum, stjóri í Samskip Føroyar, frá.
?Leiðslan í felagnum hevur alla tíðina, síðan vanlukkan hendi, ætlað, at føroyska sjóbjargingarstøðin skuldi fáa eina viðurkenning. Og gjørt varð so av at gera tað í samband við, at eitt ár var liðið, síðan Samskip byrjaði regluliga sigling upp á Føroyar, greiðir Joel undir Leitinum frá.
Tað er nógv hent hetta árið, síðan Samskip byrjaði regluliga sigling við eini lítlari skrivstovu í Klaksvík, sigur hann.
Í dag hevur felagið tvær rutur millum Føroyar og útheimin við hvør sínari føroyskari havn. Klaksvík og Kollafirði.
Skipið, sum fer úr Klaskvík, siglir upp á Immingham í Bretlandi og Rotterdam í Hollandi. Hendan rutan er nú broytt frá fyrr at hava havt fráferð úr Klaksvík mánadag til at fara avstað hóskvøld klokkan 23.00.
Hin rutan, Samskip hevur til og úr Føroyum, er úr Kollafirði til europeiska meginlandi og Skandinavia, sigur Joel undir Leitinum.
Joel undir Leitinum váttar fyri Sosialinum, at ætlanir eru um ymiskar útbyggingar i Kollafirði. Hann vil tó enn ikki siga nakað nágreiniliga um, hvat hesar útbyigngar fara at umfata. Bert tað, at talan er um eina ætlan, sum fer at gera Samskip sjónligari í Kollafirði og Føroyum sum heild.