-Nevndarval og formansskipan í løgtinginum eigur ikki at verða heft at, um ein er í samgongu ella ikki men av styrkini á teimum flokkum, sum sita í tinginum. Tvs. at tað átti at verið so, at tað ikki er avgerandi, um formenn í nevndum hoyra til ein samgonguflokk ella ein andstøðuflokk. Heldur ikki samansetingin av henni, tí nevndin hevur jú ongan avgerandi týdning, tá tað kemur til atkvøðugreiðslu í tinginum.
Hetta sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður í sambandi við seinastu hendingina í Uttanlandsnevndini, har formaður varð koyrdur frá og annar tingmaður valdur til nýggjan formann.
Anfinn Kallsberg sigur víðari, at tað, sum man eigur at brúka nevndirnar til er, at man dregur alt tingið inn í politiskt arbeiði, sum er annað enn samgonga og andstøða. -Tí má eg eisini viðganga, at eg dugi illa at ímynda mær, at ein flokkur við sjey tingmonnum ikki eigur ein formann í tinginum. Tað er ikki rætt, og tað er ikki demokratiskt heldur.
Hvat viðvíkur tí aktuella málinum við formansskiftinum í Uttanlandsnevndini sigur løgmaður, at allur óstabilitetur av hasum slagnum er keðiligur. -Er tað nakað vit hava brúk fyri í politikki, so er tað stabilitet og eisini gróðrarbotn fyri einum góðum samarbeiði millum allar.
-Tá andstøðan fekk formannin í Uttanlandsnevndini var tú ein av teimum, sum helt hetta vera gott fyri demokratiið!
-Tað havi eg uttan iva sagt, og tað meini eg framvegis. Eg kann heldur ikki siga annað enn, at eg havi havt sera gott samstarv við Uttanlandsnevndina við Jóannesi Eidesgaard sum formanni.
-Kundi tú sum løgmaður ikki latið tínar samgongufelagar vitað hetta og harvið tryggjað, at henda eftir tíni meting hepna gongd ikki varð órógvað?
-Jú, men tá kemur tú inn í eina sera undarliga støðu sum hesa. Tí í veruleikanum er tað andstøðan, sum verður ósamd. Men eg skal viðganga, at sjálvandi kundi ein havt ta støðu, at latið andstøðuna átt ta ósemjuna.
Løgmaður vísir á, at landsstýrið og samgongan sum so eiga einki í hesi prosessini. Teir hava als ikki verið við í henni.
-Men tá tit hildu tað vera gott, at størsti andstøðuflokkurin nú fekk formanssessin í hesi nevnd, hví hava tit so ikki roynt at forðað einum einstøkum andstøðutingmanni at forkoma hesi gongd?
-Nú komi eg eitt sindur í andsøgn við mína egnu meining. Tá vit skipaðu hesa samgongu gjørdu vit eina avtalu um nevndarfor-mansbýtið. Í tí samanhanginum var eitt sindur óvist, hvør fekk formannin í Uttanlandsnevndini. Sjálvandi høvdu vit býtt innanhýsis - og her komi eg í andsøgn við tað eg sjálvur meini - soleiðis at tjóðveldisflokkurin skuldi hava handa formannin. Tá tað so vísir seg, at lutakastið broytir fasong, so kenna vit okkum bundnar av tí avtalu vit hava gjørt, og harfrá hava samgongulimir handlað.
Anfinn Kallsberg sigur annars, at hann er samdur við tey, sum halda, at við formansskiftinum í Uttanlandsnevndini eru brýr brendar, og tann positiva demokratiska tilgongdin órógvað til tað verra. Formansskiftið hevur verið sera óheppið.
Mál millum tingmenn
Vit hava eisini spurt Høgna Hoydal, varaløgmann, hvat hann sigur til formansskiftið í Uttanlandsnevndini, nú hann var ein av teimum samgongumonnum, sum eftir at javnaðarflokkurin fekk formanssessin í hesi nevnd, helt tað vera heppið fyri demokratisku gongdina. Gjørdi hann nakað fyri at varðveita hesa positivu gongd?
Høgni Hoydal sigur, at hann hevur als ikki verið uppi í hesum máli, og heldur tað eisini hevði verið skeivt, um hann hevði lagt seg út í eitt mál hjá limunum í Uttanlandsnevndini.
-Eg haldi allir limir í Uttanlandsnevndini eru búnir til at vera formenn har, og eg haldi ikki, at tað verður ómøguligt at samstarva við javnaðarflokkin, fyri tað at hann ikki longur hevur formansstarvið.
Høgni Hoydal sigur, at tað vildi verið løgið, um tjóðveldisflokkurin ikki tók av einum tilboði frá einum nýggjum meiriluta í Uttanlandsnevndini at fáa formannin.
Hann vísir aftur, at talan er um nakað avtalað spæl millum Miðflokkin og samgonguflokkar. -Annars hevur Jenis av Rana sjálvandi loyvi til at spæla síni kort út politiskt sum hann vil.
Høgni Hoydal sigur annars, at soleiðis sum javnaðarflokkurin hevur borið seg at í sambandi við fullveldisuppskotið, so hevur ikki júst verið nakar vilji til samstarv í Uttanlandsnevndini.
Men tað hevði verið ósakligt at sagt, at møguleikarnar fyri samstarvi við andstøðu eru burtur av hesi orsøk. Her hevur tikið seg upp ein nýggj støða, sum eg ikki kann leggja meg út í.
Høgni Hoydal sigur seg annars einki vita um nakrar óformellar samráðingar millum landsstýrið og Jenis av Rana.
-Eg haldi annars ikki, at tað júst var eitt tekin til samstarv, tá javnaðarflokkurin legði sítt egna uppskot fram, áðrenn uppskotið hjá landsstýrinum varð viðgjørt. Tað sigi eg sum landsstýrismaður, men eg veit sjálvandi ikki, hvussu arbeiðið er farið fram í Utt-anlandsnevndini.
-