Samstarva báðar vegir, men peika á Mette Fredriksen

Um Javnaðarflokkurin fær endurval á fólkatingi, so ynskir flokkurin ikki stríð, men heldur at náa ítøkilig úrslit. Flokkurin vil samstarva við báðar blokkar, men peikar tó á Mette Fredriksen sum forsætisráðharra

Í dag legði Javnaðarflokkurin fram sína fólkatingsvalskrá í Spinnarínum í Klaksvík. Sum einasti av flokkunum, ið hava lagt valskránna fram alment, valdi Javnaðarflokkurin at fara útum høvuðsstaðin at leggja fram.

– Vit halda, at tað hóskar seg væl at koma kring landið, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum.

Nú flokkurin var í Klaksvík, so varð dagurin eisini nýttur at vitja á fyritøkum og stovnum í Klaksvík.

Fólkatingssessurin skal ikki nýtast til loysingarstríð
– Vit hava nú sitið í átta ár á fólkatingi og halda, at vit hava fingið nógv burturúr. Ítøkilig úrslit til gagns fyri føroyskt vinnulív og mentanarlív og fyri vanligar føroyingar, og tað ætla vit at halda fram við, sigur Aksel V. Johannesen.

Í framløguni vísti hann á, at Javnaðarflokkurin ikki fer at gera sum aðrir føroyskir flokkar, ið til dømis ætla sær at vera sambandsrødd í Danmark ella loysingarrødd á fólkatingi og stríðast fyri at hækka ella lækka ríkisveitingina ella at fáa spurningin um loysing viðgjørdan á danatingi. Hetta heldur løgmaður vera at gera seg inn á fólkaræðið í Føroyum.

– Vit hava eitt Løgting, sum tekur avgerðir vegna Føroya fólk, og um vit hava ein meiriluta í Føroyum, sum til dømis ynskir at støðan skal vera sum hon er, so eiga vit at virða tað á fólkatingi og ikki fara at grundgeva við nøkrum øðrum, sigur løgmaður.

##med2##

Hjálpa vinnu og mentan

– Ístaðin vilja vit brúka alla okkara orku at hjálpa føroyskum vinnulívi, føroyskum mentanarlívi og vanligum føroyskum borgarum, sum hava avbjóðingar, ið eiga at vera loystir á fólkatingi. Tað eru har forðingarnar liggja. Og sjálvandi skulu vit hava fokus á tey mál, ið koma fram á fólkatingi, ið kunnu hava ávirkan á føroysk viðurskifti, sigur Aksel V. Johannesen.

Peikar á Mette Fredriksen

Javnaðarflokkurin hevur samstarvsavtalu við danska javnaðarflokkin, og tað inniber millum annað, at eitt umboð hjá Javnaðarflokkinum hevur atgongd til allar nevndir á fólkatingi.

– Vit vilja peika á Mette Fredriksen sum forsætisráðharra. Tað gera vit, tí vit hava gott samstarv og eina skrivliga samstarvsavtalu við danska javnaðarflokkin, sigur Aksel V. Johannesen.

Hann vísir tó at, at Javnaðarflokkurin vil eisini samstarva við bláa blokkin, um teir koma til valdið.

– Sjúrður Skaale hevur havt gott samstarv við borgarliga forsætisráðharran, Lars Løkke Rasmussen, og hann hevur nátt nógvum ítøkiligum úrslitum. Vit vilja samstarva víðari at náa ítøkilig úrslit, sigur løgmaður.

##med3##

Langan avrikslista

Høvuðsboðskapurin hjá Javnaðarflokkurin í framløguni var “Vel fleiri úrslit”. Tíðindafundurin snúði seg eisini í stóran mun um tað, sum flokkurin sigur seg hava avrikað seinastu tvey valskeiðini á fólkatingi. 

Nøkur av teimum ítøkiligu úrslitunum eru millum annað, at hava fingið 13 milliónir krónur til FarGen gransking, 9,5 milliónir krónur til mentanarhús í Klaksvík, 5 milliónir krónur at gera Gamla Hospital í stand, 2,5 milliónir krónur til Føroyahúsið í Keypmannahavn og 25 milliónir krónur at upplýsa danir um Føroyar og ríkisfelagsskapin.  

Eisini vísti Javnaðarflokkurin á, at Arktiska økið er uppraðfest, at krígsveteranar hava fingið betri kor, at meira er gjørt við altjóða samstarv, at sosialar veitingar til føroyingar í Danmark eru betraðar, at ábøtur eru gjørdar, so at tað verður lættari hjá føroyingum at fáa CPR nummar, áðrenn teir flyta til Danmarkar og nógv annað.

Bæði kend og nýggj valevni

Umframt løgmann, so høvdu Sjúrður Skaale, fólkatingsumboð, Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna og Helena Dam á Neystabø framløgu.

Øll løgtingsfólk, landsstýrisfólk og fólkatingsumboðið hjá Javnaðarflokkinum stilla upp umframt onnur. Helena Dam á Neystabø, sum er forkvinna í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum og næstforkvinna í flokkinum, boðaði tó frá, at hon einans stillar upp til fólkatingsvalið og ikki løgtingsvalið.

Øll valevnini hjá flokkinum burturfrá Djóna Nolsøe Joensen og Heðin Mortensen vóru á tíðindafundinum hjá flokkinum. 

##med4##

Hesi stilla upp fyri Javnaðarflokkin: 

Finnbjørn Vang,

Kristianna Winther Poulsen, 

Henrik Old, 

Rigmor Dam, 

Marita Klein Joensen,

Sjúrður Skaale,

Djóni Nolsøe Joensen,

Aksel V. Johannesen,

Bjarni Hammer,

Barbara Gaardlykke Apol,

Jónleif Johannesen,

Heðin Mortensen,

Eyðgunn Samuelsen,

Helena Dam á Neystabø og

Gunnvá Tróndardóttir Joensen.