Arbeiðið hjá ArtiCon at byggja komandi stórhøllina - Við Tjarnir - gongur væl og er komið væl áleiðis.
Nú er so eisini avtala gjørd við veitarar um at gera HVS og ventilatiónsarbeiðið. Tað verða fyritøkurnar, Demich og Maria Poulsen, sum í felag koma at taka sær av hesum arbeiði.
Avtalan, sum er gjørd við ArtiCon, fevnir um at tryggja, at stórhøllin fær nøktandi og framkomnar loysnir innan hita, sanitet, frárenning og ventilatión.
Hesar uppgávur eru sera týdningarmiklar fyri virkisførleikan hjá høllini, bæði tá ræður um tað umhvørvisliga og burðardygd umframt trivnaðin hjá teimum, sum fara at brúka høllina.
- Tað er spennandi at kunna vera við í hesi stóru verkætlan og at tryggja, at stórhøllin verður útgjørd við dygdargóðum loysnum innan HVS og ventilatión, sigur Anja Rein, stjóri í Demich.
Demich og Maria Poulsen eru fyritøkur við nógvum ára royndum innan byggivinnu og tænastu. Saman eru tær ein sterkur og álítandi samstarvsfelagi í hesari stóru verkætlan, sum fer at gagna bæði ítróttarfólkum og øðrum brúkarum av høllini.
- Tað gevur meining, at vit samstarva um at loysa hesa uppgávuna. Talan er um eina stóra byggiverkætlan, og tað verður spennandi at fylgja gongdini í hesi byggiverkætlanini, sigur Kjartan Á Dul, stjóri í Mariu Poulsen.
Arbeiðið hjá Demich og Maria Poulsen byrjar beinanvegin.