Samstarvið um Havborg hevur riggað væl

Frithleif Olsen, leiðari á FJM, sigur, at samstarv millum feløg er einasti møguleiki at lyfta stórar uppgávur í kapping við útbjóðarar uttanlands. - Finna feløg við ymiskum førleika og útboði saman um slíkar uppgávur, er eingin orsøk til at smæðast burtur, heldur hann

Umvæling

Rækjutrolarin, Havborg, sum leirvíkingar eiga, sær nú út sum nýggjur aftur. Ein stórur partur av verksmiðjuni brendi, meðan skipið lá í Noregi um mánaðarskiftið juli/august. Skipið sigldi tó til Føroya við egnari hjálp, og síðan hevur verið arbeitt við at umvæla verksmiðjuna og annað, sum fekk skaða undir eldsbrunanum.

Í samstarvi
Arbeiðið, sum gjørt er umborð á Havborg, er eitt prógv um, at nógv kann fáast frá hondini upp á lutfalsliga stutta tíð - og í kapping við sama fyritakssemi í grannalondunum, tá ið føroyskar fyritøkur samstarva.
Tað er maskinverkstaðurin FJM í Runavík, sum hevur staðið fyri at byggja verksmiðjuna uppaftur, og felagið hevur havt KJ-Hydraulik á Kambsdali sum undirveitara.
Aðrir veitarar hava verið El-Service, sum hevur tikið sær av el-arbeiðnum og Byggiservice, sum hevur tikið sær av apeteringsarbeiðnum.
Frithleif Olsen, leiðari á FJM, sigur, at teir í fyrsta lagi tóku alla verksmiðjuna  bæði brent og ikki brent  í land, áðrenn teir kundu byrja at byggja verksmiðjuna uppaftur.
Hann sigur, at alt frá lastalúkuni og aftureftir er nýtt á verksmiðjuni  og nógv frameftir eisini.

Stórarbeiði
- Allar el-instalatiónir á verksmiðjuni eru lagdar av nýggjum, og aðrar el-instalatiónir eru eisini eftirhugdar og lagdar av nýggjum. Ein partur av nautisku útgerðini er skift, og annað er eftirhugt, og ein partur av apeteringini er eisini gjørd av nýggjum. Spøl og annar útbúnaður er eisini kannað.
Frithleif sigur, at tað, sum kundi brúkast aftur á verksmiðjuni, er brúkt aftur, men hetta er tann minsti parturin, tí bond og annað er partvís úr plasti og var illa viðfarið av eldi og hita.
- Ein partur av tí rustfría er tó brúkt aftur, leggur hann aftrat.
Leiðarin á FJM sigur, at nú umvælingarnar eru lidnar, er verksmiðjan umborð á Havborg sum nýggj.

Gingið væl
Frithleif Olsen sigur, at samstarvið millum trygging, reiðarí og tey feløg, sum hava arbeitt umborð á skipinum, hevur gingið ógvuliga væl.
Hann heldur, at hetta er ein góður máti at loysa uppgávurnar upp á.
- Vit samstarvaðu eisini um umvælingararbeiði umborð á Suðringi og Stelki, tá ið teir brendu við bryggju her í økinum, og eisini tá vísti tað seg at rigga væl.
Hann heldur, at hetta er einasti møguleiki at lyfta stórar uppgávur í kapping við útbjóðarar uttanlands.
- Finna feløg við ymiskum førleika og útboði saman um slíkar uppgávur, er eingin orsøk til at smæðast burtur.
Frithleif Olsen sigur, at feløgini, sum hava samstarvað um umvælingararbeiði umborð á Havborg, eru sterk á hvør sínum øki, og saman er føroyska útboðið kappingarført við umheimin.