Topaz
Eftir at málið um manningina á verksmiðjutrolaranum Topaz, sum Bjarti Mohr eigur, er komið til Føroya Fiskimannafelag, er tað Samtak, sum FF er partur av, ið hevur tikið sær av samskiftinum við umboð fyri manning og reiðaran.
- Eg tosaði við reiðaran, Bjarta Mohr, í síðstu viku, og tá segði hann, at málið um manningarhýrur væntandi kundi loysast í hesi vikuni.
Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá Samtak, sigur seg hava álit á, at reiðarin fer at loysa málið, soleiðis sum hann hevur sagt.
- Tað er eisini umráðandi, at reiðarin fær arbeiðsfrið, og tí hava vit ikki tosað saman aftur enn.
Sonja sigur, at hon í morgun hevur tosað við ein av manningini umborð á Topaz, men hesin kundi bara siga, at enn er eingin hýra komin. Hetta var eitt stutt prát.
- Men tá Bjarti Mohr hevur sagt, at málið verður loyst í hesi vikuni, velja vit sum nevnt at trúgva honum og hava álit á, at hann loysir málið.
Hon vísir á, at Samtak fer einki at gera av sínum eintingum.
- Fiskimenninir eru ikki í føroyskum felag, men í feløgum í teirra heimlandi. Hinvegin er Topaz skrásettur undir føroyskum flaggi, og tí er skipið undir føroyskum lógum á økinum.
Sonja sigur, at tað í fyrsta lagið verður manningin sum ger av, um stig skulu takast – og hvørji hesi skulu vera, um tað vísir seg, at málið um hýruna ikki verður loystur samsvarandi avtaluni millum partarnar.
- Sum umboðandi Føroya Fiskimannafelag eru vit annars í holt við at kanna, hvørjar møguleikar manningin hevur, um tað skuldi víst seg, at málið dregur longur út.
Hon sigur, at tað mest drastiska stigið, sum hugsandi er, er at krevja arrest av skipinum og leggja sak móti reiðaranum.
- Vit kunnu bara lata teir vita, hvørjir møguleikar eru, men vóna samstundis, at málið verður loyst, soleiðis sum reiðarin segði í síðstu viku.
Sonja Jógvansdóttir sigur, at tað, sum manningin í fyrsta lagi ynskir, er at fáa sína hýru, soleiðis at teir kunnu halda fram við arbeiðnum umborð á Topaz.
- Samskiftið við manningina fellir ikki so lætt, tá málið er ein ávísur trupulleiki, og tað er skjótt, at misskiljingar kunnu stinga seg upp. Í práti við tann eina av manningini í morgun, avtalaðu vit at hava teldupost samband, sigur samskiparin á Samtak.