Samtykkja avsláttur til el- og hybridbilar í dag

Fyrstu mál á skránni til løgtingsfundin í dag eru málinum at lata lætta til bilar við hybrid og og plug-in hybrid tøkni og at leingja tíðarskeiðið, har el-bilar verða undantiknir avgjøldum.

Rættiligt orðaskifti hevur verið um tann partin, sum hevur við hybrid bilarnar at gera, tí fleiri halda tað ikki vera rætt, at lata teir sleppa bíligari í avgjøldum.

Men samgongan samtykti málið við fyrstu viðgerð, og tí er væntandi, at málið aftur verður samtykt í dag.

Merkisvert hevur tó verið, at fleiri tingfólk í samgonguni tosaðu ímóti uppskotinum, men atkvøddu fyri, tí talan var um samgongumál. Sjálvur landsstýrismaðurin í umhvørvismálum, Helgi Abrahamsen, er eisini ímóti tí partinum av uppskotinum, sum hevur við hybridbilarnar at gera.

Hugsast kann, at okkurt broytingaruppskot verður lagt fram í dag, men tað verður valla samtykt.

Skráin fyri tingfundin í dag er hendan:

Dagsskráin, hósdagur, 18. februar 2021, kl. 13:30

1

3. viðgerð LM-066/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Lækka virðisavgjaldið fyri persónbilar við hybrid tøkni og persónbilar við plugin-hybrid tøkni, rokna skrásetingargjaldið á innfluttum brúktum motorakførum við støði í keypsprísinum, frítaka flytigóðsmotorakfør frá skrásetingargjaldi, stytta tíðarskeiðið fyri undantøku av virðisavgjaldi hjá hýru- ella skúlavognum og leingja undantøkuna fyri at rinda virðisavgjald fyri motorakfør, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift)

2

3. viðgerð LM-067/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja heimildina at fáa meirvirðisgjald endurrindað í sambandi við bygging ella umbygging av ávísum leigubústøðum, keyp av ávikavist orkuvinarligum motorakførum og elriknum hitapumpuskipanum og dagføring av reglunum um leigubilar)

3

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, leggur fram tingmál nr. F-3/2020: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um løgtingslóg um sjófeingi

4

1. viðgerð LM-080/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi (Tekning av ávísum sertryggingum í útlendskum tryggingarfeløgum)

5

1. viðgerð LM-077/2020 - Uppskot til samtyktar um barnaváttanir

6

1. viðgerð LM-079/2020 - Uppskot til samtyktar um økissálarfrøði

7

1. viðgerð LM-081/2020 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2021

8

Umrøða av spurningi SS-005/2020 - Heilsustøðan hjá ungum í Føroyum

9

Framløga