Talan er um uppskotið, sum stóðst burtur úr tvørpolitisku semjuni millum samgonguflokkarnar og Sambandsflokkin um eina endurskoðaða skipan fyri gjøld frá alivinnuni.
22 atkvøddu fyri og 6 ímóti uppskotinum, sum til 2. viðgerð í dag.
– Tvørpolitiska semjan fevnir um eina skipan, ið røkkur tvørturum valskeið, skrivaði Uttanríkis- og vinnumálaráðið í tíðindaskrivi eftir semjuna 26. mars í ár.
Skipanin verður ein tvíliðað skipan, sett saman av ávíkavist tøkugjaldi og einum serskatti á yvirskot hjá alifeløgunum.
Tøkugjaldið verður ein stigi, ið byrjar frá 0,5% og endar á 7,5% í mun til altjóða laksaprísin. Og serskatturin verður 8% av yvirskotinum hjá alifeløgunum.
Samgongan og Sambandsflokkurin søgur, at flokkarnir eru samdir um, at skipanin skal tryggja landinum eitt rímiligt og rættvíst gjald fyri rættin at ala í Føroyum, og samstundis tryggja vinnuni ein støðugan karm, ið gevur best møguligt grundarlag at leggja virksemið til rættis og tryggja altjóða kappingarførið.
– Skipanin skal ikki stýra atferðini hjá vinnuni. Hon skal vera einføld at umsita, tryggja gjøgnumskygni og leggja upp fyri teimum vansum og avbjóðingum, sum kunnu taka seg upp.
Málið skal hava eina viðgerð afturat í Løgtinginum, áðrenn tað er endaliga samtykt.
Alt semjuskjalið kann takast niður her
Álitiði frá vinnunevndini kann lesast her