Samuel royndir eydnuna í Randers

Samuel Johansen Chukwudi royndarvenur í løtuni við Randers FC

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Samuel J. Chukwudi í dysti fyri A-landsliðið móti Kosovo

Samuel Johansen Chukwudi royndarvenur í løtuni við Randers FC. Tað skrivar bolt.fo. 19 ára gamali miðverjin er fyri kortum givin í belgiska felagnum, Union Saint Gilloise.

 

- Eg ætli mær at hyggja eftir umstøðunum, fáa nakrar góðar venjingar við einum professionellum liði, og gera tað so gott sum eg kann. So vóni eg, at teir fáa eina góða fatan av mær, sigur Samuel Chukwudi við Portalin í dag.

 

Fyri einum ári síðani varð kunngjørt, at ársins ítróttarstjørnuskot 2020, Samuel Johansen Chuckwudi, hevði gjørt avtalu við toppliðið í fremstu belgisku deildini, Royal Union Saint-Gilloise. Belgiska stórfelagið hevði leingi víst áhuga fyri miðverjanum, men ein skaði forðaði honum í at fara avstað fyrr.

 

Samuel Chukwudi fekk viðgerð og endurvenjing í Belgia - og tá hann bleiv klárur aftur – bæði vandi og spældi hann fullar dystir fyri eykaliðið hjá Royale Union Saint Gilloise. Til tíðir vandi hann eisini við besta liðnum. Harafturat fekk Samuel Chukwudi sínar fyrstu A-landsliðsdystir í beinini í november í fjør í venjingardystunum ímóti Kekkia og Kosovo.

 

Hann hevði ein leigusáttmála við Royal Union Saint-Gilloise til í juli og felagið hevði møguleika at keypa hann fram til tá. Nú hevur Samuel Chukwudi valt at uppsiga sáttmalan.

 

- Hóast tað kann ljóða undarligt so var tað støðið sum var trupulleikin. Eg slapp ov sjáldan at venja við besta liðnum hjá Royal Union Saint-Gilloise og  støðið í venjingunum og kappingini hjá u23 var ov lágt, segði Samuel Chukwudi við In.fo fyri viku síðan.

 

Tá vóru tankarnir bara í HB, sum er barndómsfelagið, men nú er hann farin til danska Superligafelagið Randers at royndarvenja.

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Samuel J. Chukwudi í dysti fyri A-landsliðið móti Kosovo