Samvinnan skipar fyri áhugaverdum LinkedIn tiltaki á CBS

Samvinnan, sum er áhugafelagið hjá føroyskum lesandi á Copenhagen Business School, skipar fyri einum fyrilestri um LinkedIn á CBS fríggjadagin 21. septembur. Samvinnan hevur fingið Morten Esmann, sum er ein royndur fyrilestrahaldari. Morten arbeiður sum karrieruráðgevi hjá ráðgevingarhúsinum Komplement. Hann fer at greiða nærri frá, hvussu tú kanst brúka ein LinkedIn profil, soleiðis at tú á bestan hátt kanst gagna tínum framtíðarmøguleikum á arbeiðismarknaðinum.

LinkedIn byrjaði við almennu heimasíðuni í 2003. Eftir ein mánað vóru 4500 limir í netverkinum hjá LinkedIn. Í dag eru meira enn 175 milliónir limir í meira enn 200 londum. Limatalið er alsamt vaksandi, og í skrivandi løtu tekna seg áleið tveir nýggir limir – um sekundið!

Eisini í Danmark verður LinkedIn netverkið alsamt meira brúkt í samband við starvsleitan og rekruttering. Limir skráseta sínar professiónsprofilar hjá LinkedIn, eins og fyritøkur skráseta sínar profilar. Á heimasíðuni kanst tú millum annað finna starvslýsingar, »fylgja« fyritøkum, sum tú hevur serligan áhuga í og útvíðka títt professionella netverk. Møguleikarnir eru nógvir, sigur Samvinnan í tíðindaskrivi.