San Marino vann fyrsta sigurin í 20 ár

Loksins vann A-landsliðið hjá San Marino aftur ein sigur

Í samfull 20 ár hevur A-landsliðið hjá San Marino og fjepparar teirra bíðað eftir einum sigri.

 

Langa bíðitíðin er loksins liðug. Á heimadysti móti Liktinstein í kvøld í bólki 1 í Nations League deild D í Serravalle eydnaðist tað San Marino at vinna 1-0 á Liktinstein.

 

19 ára gamli, Nicko Sensoli gjørdist stóra hetjan hjá San Marino. Hann skoraði sigursmálið í 53. minutti við tí, ið var fyrsta royndin hjá San Marino innanfyri málrammurnar.

 

Aftaná dystin feiraðu sanmarinsku leikararnir sigurin sum høvdu teir vunnið HM. Sigurin kom veruliga á eitt turt stað.

 

Triðja liðið í bólkinum er Gibraltar, so teir í San Marino tevja uttan iva fleiri sigrar nú. San Marino spælir útidyst móti Gibraltar 10. oktober. 

 

Í november hevur San Marino heimadyst móti Gibraltar og útidyst móti Liktinstein. 

 

Seinast tá San Marino vann ein dyst fyri 20 árum síðani var talan um ein 1-0 sigur á Liktinstein í einum venjingardysti, ið var spældur 28. apríl í 2004. 

 

Føroyar hava ikki møtt San Marino síðani 1995. Tá vunnu okkara í tveimum EM-undankappingardystum 3-0 á Svangaskarði og 3-1 í San Marino.