Sandavágur er klárt á odda

Sandavágsmenn fingu bestu úrtøkuna úr dupult umfarinum í talvi, sum var í Havn í gjár

Í gjár var nógv telving í Skúlanum við Løgmannabreyt. Tvey umfør vóru á skránni – tað fyrra klokkan 10 og tað seinna klokkan 16 – og í fremstu deildini vóru tað sandavágsmenn, sum fingu mest burturúr. Tað ber við sær, at Sandavágs Talvfelag nú er klárt á odda í 1. deild.

Merkisvert var tað, at næstbesta liðið hjá klaksvíkingum megnaði lutfalsvís stóra úrtøku, bæði ímóti besta liðnum hjá Klaksvíkar Talvfelag og ímóti Havnar Telvingarfelag.

8. umfar verður 9. februar. Tá er skráin henda: Klaksvík 2 – Sandavágur, Klaksvík 1 – Toftir og Vestmanna – Havnin.

 

6. umfar

Klaksvík 2 - Klaksvík 1 1 ½ - 2 ½

Rani Nolsøe - Ólavur Simonsen ½ - ½

Rani Baldursson – Wille Olsen 1 – 0

Tummas Martin Sólsker – Steintór Rasmussen 0 – 1

Símun Skorastein – Finnbjørn Vang 0 – 1

 

Vestmanna – Sandavágur ½ - 3 ½

Torbjørn Thomsen – Rógvi Egilstoft Nielsen ½ - ½

John Jacobsen – Høgni Egilstoft Nielsen 0 – 1

Eyðun Lamhauge – Carl Eli Nolsøe Samuelsen 0 – 1

Jón Mikkelsen – Torkil Nielsen 0 – 1

 

Havnin – Toftir 3 ½ - ½

Olaf Berg – Andrias Danielsen 1 – 0

Martin Poulsen – Andreas Andreasen ½ - ½

Herluf Hansen – Wensil Olsen 1 – 0

Súni Merkistein – Helgi Joensen 1 – 0

 

7. umfar

Havnin – Klaksvík 2 2 ½ - 1 ½

Olaf Berg – Rani Nolsøe 1 – 0

Martin Poulsen – Haldur Suni Johansen 1 – 0

Herluf Hansen – Rani Baldursson ½ - ½

Súni Merkistein – Tummas Martin Sólsker 0 – 1

 

Toftir – Vestmanna 3 – 1

Andrias Danielsen – Thorbjørn Thomsen ½ - ½

Andreas Andreasen – Martin Brekku 1 – 0

Wensil Højgaard – John Jacobsen ½ - ½

Brandur Højgaard – Jón Mikkelsen 1 – 0

 

Sandavágur – Klaksvík 1 2 ½ - 1 ½

Rógvi Egilstoft Nielsen – Ólavur Simonsen 0 - 1

Høgni Egilstoft Nielsen – Wille Olsen 1 - 0

Carl Eli Nolsøe Samuelsen – Steintór Rasmussen ½ - ½

Torkil Nielsen – Finnbjørn Vang  1 – 0

 

Støðan

Sandavágur 20

Klaksvík 1 17

Havnin 16

Klaksvík 2 11 ½

Toftir 10 ½

Vestmanna 9

mynd: faroechess.com