Sandoyarstevna í Skopun í dag

Johild Joensen fer at seta sandoyarstevnu, og á midnátt fer Páll á Reynatúgvu at halda midnáttarrøðu.

Sandoyarstevna skiftir millum bygdirnar í Sandoynni, og hesaferð er tað Skopun, sum er vertur. Skráin fyri stevnuna byrjar klokkan 14 í dag, tá stevnan verður sett, og stevnuøkið letur upp. 

 

Tað verður Johild Joensen, sum fer at seta stevnuna. Á stevnuøkinum verður matsøla, tombola, bóltakast, boing bóltar, el-bilar, hoppiborgir, andlitsmáling, fiskibrunnur og annað.

 

Klokkan 14 lata eisini framsýningar upp, og her verður eitt nú framsýning í Ítrivslonini, málninga-og bátaframsýning í skúlanum, og í skúlanum verður eisini høvi at síggja myndir við ljóði hjá Inga Sørensen.

 

Seinnapartin í dag verða eisini Aleksandursahús og Bygdasavnið opið, og Føroya Grótvirki fer eisini at hava opið hús.

 

Annað, sum verður á skránni í Skopun seinnapartin í dag, er gongutúrur runt í bygdini, har Hans Marius Joensen og Andrias Jensen fara at siga frá. Kappingar verða eisini á FIFA-vøllinum millum arbeiðspláss.

 

Klokkan 16 í dag verður bjargingarútgerð víst fram á havnalagnum, og her verður nýggi bjargingarbáturin Sigmund við. Eisini verður sjúkrabilur, løgreglubilur, og nýggi bilurin hjá bjargingarfelagnum í Skopun.

 

Høvi verður eisini at sigla í Rib-báti frá klokkan 17, og klokkan 17 endar eisini ein fiskikapping, og tá verða sílini, sum fingin eru, vigaði og máld.

 

Ongum nýtist at ganga svangur á sandoyarstevnu í Skopun, tí í tímunum frá klokkan 17-19 kann stevnubúffur keypast í køkinum í Samljóði.

 

Sum kvøldið gongur, verða útimøti og midnáttarsangur, og á midnátt fer Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, at halda midnáttarrøðu.

 

Seinasta á skránni í Skopun í kvøld verður almennur dansur, sum byrjar klokkan 00.30, og tað verður Norrøna Dansiband, sum fara at syngja og spæla.