Sandoyartunnilin 2013 ella avlíving av Sandoynni

Nú síðani Sandoyartunnilin bleiv samtyktur á løgtingi, hevur man neyvan opnað eitt blað ella lurtað útvarp, at man hoyrir, at hann er ov dýrur. Jú tað er hann nokk!!!!! onkur sigur, at hann skal bíða, men tað virkar sum um at tað er ójavnar meiningar um tunnilin í flokkunum, summir vilja hava onnur ikki. Reidar Nónfjall sigur eitt, Rúna Sivertsen eitt annað, og tann triði persónurin eitt heilt annað. Eg haldi, at tunnilin er blivin ein ordiligur stemmufiskari

Hvat við at komið við einari loysn um, hvussu vit skula gera hann og fíggja hann, heldur enn at hakka inn á hvønn annan?

Men eitt er vist, at meginparturin av teimum sum rópa um at tunnilin skal útsetast, eru fullvelldisfólk, sum vilja niðurskera blokkin. Teir somu menn, sum blakaðu 366 millónir (ferðir eitt vist áramál) vekk, sum vit kundu havt bygt fleiri tunlar fyri og kundu havt fornýggjað teir gomlu, men tað er ofta ein beiskur biti at slúka, at hoyra sannleikan. Vita teir ikki, at tað kostar meira at skipa Føroyar sum fullveldi, enn tað hevði kostað at borað ein Sandoyartunnil um árið?

Undirskriftir verða samlaðar, men tað sum undrar meg er, at mong av teimum, sum tala ímóti hesi ætlan, eru somu fólk, sum vilja gera Føroyar til fullveldi.

Við einum ryggi sum ein reyð kóka pylsa (citat Heidi Petersen) kemur Tórbjørn Jacobsen við einum brokmanslestri um at strika Sandoynna og Vágar. Eg haldi at hann skuldi bara komið suður nú á Sandoynna, so kundi hann sløkt kontaktina sum síðsti maður á Sandoynni og selt M/F Teistan, so fekk hann nakrar milliónir í kassan. Man sær, at maðurin hevur sitið í andstøðu og skal bjarga sínum egna skinni til komandi val. Sjálvandi ein altjóða flogvøll á Skorðhæddini. Stemmufiskarí av rang.

Fyri meg er tað púra líka mikið hvar ein flogvøllur liggur. Sjálvandi vildi eg ynskt at hann lá í Søltuvík, men vissi ikki tað er gott nokk, ja so byggir man hann ikki har, man byggir hann, har tað er skilabest at gera hann.