Sandoyingar dumpaðu í Gundadali

1. DEILD: Teir næstbestu hjá B36 flongdu favorittarnar í B71

Tað vendi heilt øðrvísi í Gundadali í kvøld, enn støðutalvan annars legði upp til. Gestirnir í B71 vóru undan ferðini undir fjørðin næstfremst, meðan næstbesta liðið hjá B36 var aftast við fýra stigum.

 

B71 hevði fleiri royndir ímóti B36 málinum, sum veteranurin Hans Jørgensen vardi, og B71 vann fleiri hornaspørk, enn heimaliðið vann, og bólturin var onkra ferðina á træverkinum, men tað eydnaðist ikki sandoyingum at skora.

 

B36 vann 3-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0.

 

Á B36 liðnum vóru fleiri spælarar, sum plaga at vera á listanum hjá besta liðnum. Eitt nú Tobias Hansen, Markus J. Hellisdal og Jóhann Hansson Joensen, og so var Børge Petersen eisini millum teir fyrstu ellivu. Hann er fyri stuttum fluttur til B36 úr KÍ, har hann hevur spælt 68 landskappingardystir á besta liðnum, fimm dystir um løgmanssteypið og 15 dystir í europeisku kappingunum.

 

Jóhann Hansson Joensen átti uppleggið, tá ið veteranurin Eli Falkvard Nielsen beinanvegin skoraði til 1-0.

 

Jóhann Hansson Joensen økti beinanvegin eftir steðgin um munin til 2-0, tá ið hann umsetti brotsspark til mál, og í næstsíðsta minutti var tað Dávid Høgnason Viderø, sum staðfesti trivaliga 3-0 heimasigurin. Hetta var fjórða ferðin í ár, at 16 ára gamli Dávid Høgnason Viderø var málskjútti í næstbestu deildini.

 

Eftir 14. umfar er B71 á triðja plássi við 30 stigum, meðan AB er næstfremst við 32 stigum. Skála er topplið við 40 stigum.

 

B36 er á níggjunda plássi við sjey stigum.

 

Hósdagin fer B36 at spæla á útivølli ímóti toppliðnum á Skála, og leygardagin fær B71 vitjan av Víkingi.