Sandoyingar eru í trongum skóm

Alt bendir á, at Skála komandi ár fer at eiga fimta Eysturoyar liðið í 1. deild, meðan B71 saman við FS Vágum og øðrum skal kappast í næstbestu deildini

 

KVALIFIKATIÓNSDYSTUR


Tað skal vilja heilt illa til, um skálamenn seinnapartin komandi leygardag ikki kunnu heingja 1. deildarspjaldrið um hálsin. Um so verður, so verður tað fyrsta ferðin nakrantíð, at Skála vinnur sær pláss í bestu deildini.

?Vit kunnu ikki siga annað, enn at útgangsstøðan undan seinna dystinum er sera góð. Um viljin verður tann sami leygardagin, sum hann var á Sandi, so sær tað gott út.

Asbjørn Mikkelsen tekur ikki munnin ov fullan. Saman við Arturi Johansen (orsaka at vit gloymdu hann, tá Skála tryggjaði sær rættin at spæla um uppflytingina) og Jústinusi Justinussen hevur hann havt ábyrgdina av 2. deildarliðnum hjá Skála í trimum teimum seinastu dystunum. Tað vil siga dystunum, sum hava verið á skránni síðani tapið ímóti Sumba á heimavølli.

? Í Fuglafirði og á heimavølli ímóti KÍ sýndu spælararnir sera góðan hugburð. Tíbetur vístu teir sama vilja og nærlagni á Sandi. Megna teir hetta eina ferð afturat, so eiga vit at megna at vinna rættin til at flyta upp, heldur Asbjørn Mikkelsen.


Undirmettir

B71 legði bragdliga fyri sunnudagin, og teir høvdu fyrstu løtuna onkran góðan møguleika at fáa mál. Men teir høvdu ikki marginalirnar á sínari síðu ? eitt nú sendu teir í stólpan ? og Leivur Justinussen í Skála málinum spældi sera væl.

Sandoyingar vildu ikki undirmeta mótstøðumenninar, men sum 1. hálvleikur leið vóru ábendingar um, at teir ikki høvdu sama hugburðin sum gestirnir. Heimaliðið hevði alla tíðina trupulleikar av sera væl upplagda Alexanderi Johansen, sum dugdi væl at halda upp á bóltin, hótta við avbjóðingum og at sleppa sær av við bóltin í røttu løtuni.

Fyri heimaliðið kendist tað sum ísakøld pøs av vatni, tá Skála miðskeiðis í 1. hálvleiki skoraði tvey mál. Eftir uppspæl úr høgru helt Alexander Johansen, sum hevði Bjørn Thorsteinsson hangandi í sær, eina løtu upp á bóltin, áðrenn hann slepti upp á tvørs. Úr 16 metrum smekkaði miðvallarin Tummas Olsen upp í hornið til vinstru fyri málverjan. Bólturin small í tvørtræið dygst úti við hornið, áðrenn hann støkk í málið.

Seinna málið skoraði Bogi Gregersen. Eftir uppspæl úr vinstru, tamdi álopsmaðurin høga bóltin mitt fyri málinum, snaraði um seg sjálvan, og úr 16 metrum sendi hann flatt og dygst úti við stólpan til høgru fyri málverjan.


B71 royndi at svara aftur

Sandoyingar vóru skelkaðir. Skála hevði havt stóra úrtøku, meðan heimaliðið, sum ikki var tryggari í miðverjuni, eftir at teir høvdu skift út mannin, ið hevur verið aftastur alt árið, einki hevði megnað.

Eftir tey bæði Skála málinum fekk B71 takið. Teir vóru onkra ferðina ígjøgnum, men Leivur Justinsussen bjargaði. Kortini eydnaðist tað B71 at minka um munin undan hvíldini. Jónsvein Thomsen gjørdist leysur og sneiddi framvið málverjanum.


Ótolnir og vónbrotnir

Eftir steðgin legði B71 fyri sum eitt ódnarveður. Tað tóktist, at teir høvdu javnað, tá Jónsvein Thomsen stútaði upp um málverjan, men dómarin kolldømdi.

Heimaliðið slepti meiri í verjupartinum, og fyritreytirnar gjørdust ikki frægari, tá Jógvan Jón Petersen noyddist av vøllinum, tí hann tvær ferðir hevði sæð gult.

Skálamenn komu fleiri ferðir ígjøgnum í snarálopum. Valdemar Nowisci bjargaði fleiri ferðir, men tvær ferðir var hann prísgivin. Í báðum førunum skoraði innskifti Ingi Hansen, sum saman við Mariusi Joensen var komin av flatlondum at hjálpa til, og báðu ferðirnar átti dagsins maður, Alexander Johansen, næstsíðsta fótin á.

Tá støðan var 3?1, kolldømdi dómarin aftur eitt mál hjá sandoyingum. Sum vera man vóru teir firtnir og vónbrotnir, tá stútarin hjá Eli Hentze í málið ikki varð góðkendur.


Framtíðin

B71 hevur ein øgiligan setning at greiða leygardagin. Hann er so mikið stórur, at alt bendir á, at Sandoyggin ? á sama hátt sum Vágarnar ? komandi ár ikki verður umboðað í bestu deildini.

Á Skála hevur ítróttarfelagið stórt tiltak á skránni í ítróttarhøllini leygarkvøldið. Nógv bendir á, at talan eisini verður um uppflytingarveitslu. Við 4?1 í viðførinum tá teir fara á heimavøllin eru heilt góð líkindi fyri, at Skála fer at gerast fimta Eysturoyar felagið í 1. deild í 2002, og at teir fimm túsund íbúgvararnir kring Skálafjørðin fara at manna trý lið í bestu deildini.


B71?Skáli 1?4 (1?2)

Fyrri dysturin um eitt pláss í 1. deild

0?1: Tummas Olsen

0?2: Bogi Gregersen

1?2: Jónsvein Thomsen

1?3: Ingi Hansen

1?4: Ingi Hansen


B71: Valdemar Nowisci ? Hans Jørgen Djurhuus, Petur Ritter, Jógvan Jón Petersen, Sverrir Kjærbo (Svenning W. Hansen, ) ? Jón Brekku, Eli Hentze, Kári Nielsen ? Jónsvein Thomsen, Símun Hansen (Kári Reynheim, )

Reytt kort: Jógvan Jón Petersen

Skáli: Leivur Justinussen ? Ronny Hansen, Bent Djurhuus, Pauli Poulsen, Kaysten Rasmussen ? Marius Joensen, Pauli Hansen, Tummas Olsen, Sveinur Justinussen ? Bogi Gregersen (Ingi Hansen, 60.), Alexander Johansen (Esben Petersen, 90.)